Her sæst øll framførslan hjá Olivuri Bech Andreasen (DR)

Olivur: - Væntaði at verða skiftur út

Sverri Egholm

19.01.2018 - 22:21

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Olivur Bech Andreasen kom í kvøld víðari til bootcamp, tá hann royndi seg í sonevndu Five Chair Challenge í X Factor. Men tað var ikki bara sum at siga tað, at bíða í einum av teimum fimm stólunum, meðan hini sungu, greiðir hann frá.

Við lagnum The Gambler hjá Kenny Rogers sjarmeraði hann seg inn á dómararnar og áhoyrarnar, sum klappaðu óført við til góðu countrytónarnar.

- Eg havi altíð havt stóran scenuskrekk, men nú var hetta tað síðsta X Factor umfar (Sum DR framleiðir, red.), so eg hugsaði, at nú royni eg altso, og so síggja vit hvussu langt eg komi, sigur Oliver Bech Andreasen við Portalin í kvøld.

Hann greiðir frá, at hann hevur sungið síðani hann var heilt lítil og byrjaði at spæla gittar tá hann var 19 ár. Hann hevur spælt á barr í Hirtshals onkuntíð, men annars hevur hann ikki gjørt so nógv við at spæla tónleik alment.

Stól, nú!
Ræðslan fyri pallinum sást tó ikki aftur á framførsluni hjá Oliver. Í øllum førum ikki um tú spyrt Thomas Blachman.

- Halt kjaft, tú ert góður. Stól, nú, rópti Thomas Blachman.

Og stól fekk hann frá Remee, sum hevur tey yvir 23 undir hond.

- Tá eg siti har, og nøkur av teimum, sum koma aftaná meg syngja so væl, so fara tankarnir í gongd. Til dømis tá Rasmus framførdi hugsaði eg, at nú verði eg skiftur út, sigur Oliver.

Tað bleiv hann so ikki, og 28 ára gamli føroyingurin er sostatt víðari til næsta umfar.

Føroyingar fylgja væl við
Tað er einki at ivast í, at føroyingar fylgja væl við í X Factor, og tað er ikki farið framvið, at Olivur Bech Andreasen, luttekur í sendingini.

- Eg bleiv bumbarderaður við boðum frá fólki eftir at upptøkuroyndirnar vórðu sendar, greiðir Olivur frá. Hann sigur samstundis at tað bara er stuttligt.

Hvussu langt Olivur Bech Andreasen fáa vit at síggja, men í øllum førum er hann millum fimm tey bestu í bólkinum yvir 23 ár.

Umframt Olivur, so eru tveir aðrir føroyingar við í X Factor í ár. Teir eru Sigmund Tróndheim og Jóan Jákup H. Benjaminsen, sum báðir í bólkinum undir 23 ár, sum Sanne Salomonsen hevur undir hond. Teir verða helst við í sendingini næsta fríggjadag.

Les eisini: Blachman um Olivur: - Halt kjaft, tú ert góður