Stórur framtíðar tørvur á olju vísir frágreiðing frá OPEC

Oljan framvegis størstan týdning í 2040



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

11.11.2017 - 16:46

Oljan >


Olja fer framhaldandi at hava størsta týdningin sum orkukelda í heiminum í nærum 25 ár aftrat, tvs. heilt fram til 2040. Og sjálvt um gass fer at vinda nógv uppá seg, so verður oljan kortini mest týðandi orkukeldan nærum fjórðings øld fram.

Hetta skrivar OPEC í nýggjastu frágreiðing síni, ”World Oil Outlook (WOO) 2017-rapport.”, sum í dag verður umrødd í mongum av heimsins oljumiðlum.

Í 2020 fer oljan at fevna um 30,9% av allari orkuframleiðsluni í heiminum men fer at minka til 27,1% í 2040. Fyri kol væntast ein niðurgongd frá 27,0% í 2020 til 23,4% í 2040. Tá talan er um gass, verður roknað við eini øking frá 21,9% í 2020 til 25,1% í 2040 og fer gass tá at yvirhála ta næstmest týðandi orkukelduna kol.

Tá talan er um aðrar, varandi orkukeldur, so væntast, at tær fara at útgera 2,2% av altjóða orkumixinum, samansetingini, í 2020, og tann parturin fer at hækka til 5,4% í 2040.

Eftirspurningurin veksur nógv

Tosa vit um eftirspurningin eftir olju, framvegis sambært frágreiðingini frá OPEC, so verður roknað við, at hann fer at vera uppá 97 mió. tunnur um dagin í 2017 og fer at vaksa til 101 mió. tunnur um dagin í 2020.

OPEC roknar við, at eftirspurningurin eftir olju í 2030 økist til 108 mió. tunnur um dagin, og víðari til 111 mió. tunnur um dagin í 2040.

Roknað verður við, at Miðeystur verður tað økið í heiminum, sum fer at framleiða mestu oljuna, við 26 mió. tunnum um dagin í 2040, og tann parturin av hesi oljuni, sum fer til Asia og Kyrrahavsøkið, verður mettur at vaksa við 10% frá í fjør til 85% í 2040.