Cambo (stóri grøni bletturin í miðjuni av kortinum skamt frá føroyska markinum), verður nú útbygd til oljuframleiðslu. Kort Jarðfeingi.

Oljan nærkast Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

08.11.2017 - 14:36

Oljan >

Tíðindi/Greining. At oljan nærkast Føroyum er ein óreingilig sannroynd, nú oljufelagið Siccar Point Energy hevur tikið avgerð um at útbyggja  oljukelduna CAMBO, sum liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Onkur eygleiðari hevur entá gitt, at hon liggur á sjálvum markinum. Hon er bert ein av fleiri keldum nær markið, sum helst verða útbygdar komandi árini. Oljueygleiðarar rokna nevniliga við, at eftir Cambo koma aðrar útbyggingar, Rosebank, Suilven og Tornado, soleiðis at vit fara at síggja eitt spildurnýtt undirstøðukervi verða skapt beint hinumegin markið. Um somu tíð gera føroyskir myndugleikar eitt stórt og miðvíst arbeiði at eggja oljufeløgum til at kanna føroysku undirgrundina nærhendis eisini.

Nýtt oljufelag ger um seg

Ein nýggj framleiðandi oljuleið verður skjótt veruleiki heilt nær Føroyum, nú nýggja oljufelagið á Atlantsmótinum “Siccar Point Energy” hevur megnað at sannføra stórar íleggjarar um, at nógv olja er at fara eftir og fáa upp komandi árini skamt frá føroyska markinum.

Flestu av okkum minnast stóru yvirskriftirnar í altjóða miðlum, tá oljufelagið BP fyrst í 90-árunum gjørdi eitt risastórt oljufund, Foinaven, millum Hetland og Føroyar. Tíðindini tá um nýggju oljukelduna so tætt við Føroyar fingu av álvara altjóða oljufeløg eisini at vísa grannalagnum, tvs. føroyska landgrunninum, ans. Nøkur fá ár seinni var enn ein oljurisi, Schiehallion, funnin í sama umhvørvi. Hesar báðar oljukeldurnar og seinni aðrar við so tætt við Føroyar vóru eygnaopnarin og tískil eisini ein av katalysatorunum undir fyrstu oljuleitingini á føroyska landgrunninum. Teir 9 brunnarnir, sum vórðu boraðir frá 2001 til 2014, prógvaðu, at ein virkin kolvetnisskipan er í føroysku undirgrundini, og haraftrat vóru eisini bæði olju- og gassfund gjørd, tó at hesi higartil ikki hava verið mett nóg stór til at kunna byggjast út til lønandi framleiðslu.

Í 2015 vóru eingi útlendsk oljufeløg eftir í Føroyum. Men tað forðaði ikki føroyskum myndugleikum at fyrireika nýggja útbjóðing og leiting á føroyska landgrunninum. Og úrslitið gjørdist 4. útbjóðing, sum lat upp 17. mai í ár. Hon letur aftur 17. februar næsta ár.

Duraopnari

Tá Foinaven og Schiehallion oljuleiðirnar vórðu funnar fyrst í 90-unum, vóru tær einki minni enn duraopnarin til føroyska oljuleiting. Seinastu árini hava vit sæð, at nýggjar olju- og gassleiðir verða funnar á Atlantsmótinum, men ikki nóg mikið við tí, fleiri teirra eystan fyri føroyska markið verða eisini útbygdar til framleiðslu, sjálvt um talan er um djúpt vatn, harðbalt veðurlag og øki uttan infrastruktur frammanundan. Og sjálvt við einum lutvíst “lágum” oljuprísi halda íleggjarar seg ikki aftur eftir øllum at døma.

Tað kom tí sera óvart á altjóða oljuumhvørvið, tá tað nú um dagarnar varð kunngjørt, at tann oljukeldan, sum liggur næst føroyskum øki, Cambo, nú verður útbygd til framleiðslu. Ein avgerð, sum uttan iva eisini kann fáa stóran týdning fyri royndirnar hjá føroyingum at finna og framleiða kolvetni í grannalagnum.

Fyrst Cambo – síðani Rosebank

Cambo keldan, sum nú skal byggjast út, varð funnin í 2002, og tvey ár seinni varð enn ein oljukelda, hesaferð nógv størri, Rosebank, funnin í sama umhvørvi. Í løtuni umrøða oljufeløg, sum eiga hesa kelduna, teirra millum Siccar Point, møguleikan fyri at byggja hana út. Tey hava biðið fleiri skipasmiðjur um tilboð uppá eitt stórt oljuframleiðsluskip.

Vit hava sæð nýggjar framleiðandi oljuleiðir á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland gerast veruleiki seinastu mongu árini, uttan at nakað lønandi oljufund er gjørt á føroyska landgrunninum. Men hóast fyrsta føroyska oljan enn kann tykjast langt vekk, so er tað tó ein sannroynd, at grannaoljan nærkast markinum í hvørjum. Tvs. at vit í Føroyum eru vitni til, at nýggjar oljuleiðir verða funnar og útbygdar í grannalagnum og alsamt nærri og nærri Føroyum.

Hyggja vit eftir oljusøguni vestan fyri Hetland, so varð ein tann størsta oljukeldan í Europa, Clair, funnin í 1977, miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Hon goymir einki minni enn 9 mia. tunnur av olju og er í dag ein hin mest týðandi framleiðandi keldan á stóra bretska landgrunninum. Seinni eru so aðrar stórar oljukeldur sum Foinaven og Schiehallion, ið liggja uppaftur nærri Føroyum, farnar undir framleiðslu. Í fjør varð sett hol á fyrstu stóru gasskelduna, Laggan Tormore, somuleiðis stutt frá markinum. Og fyrr í ár vórðu tvær aðrar gasskeldur, Edradour og Glenlivet, knýttar í gassleiðingina frá Laggan Tormore, sum gongur til Sullom Voe í Hetlandi.

Halda vit fram at eygleiða søguna, so eru ikki færri enn fýra oljukeldur funnar bert fáar kilometrar frá føroyska markinum, Rosebank, Cambo, Suilven og Tornado. Og útlit eru nú til, at hesar verða úbygdar komandi árini. Og leita vit longur suður í Hetlandsrennuni, finna vit tvey nýggj oljuøki aftrat. Solan keldan fór undir framleiðslu nøkur ár herfyri, og nú verður so arbeitt við at fyrireika framleiðslu frá einum spildurnýggjum oljuøki við Lancaster sum høvuðskeldu.

Søgan vísir okkum, at økið millum Hetland og Føroyar er við at gerast ein nýggjur Norðsjógvur, og at vit bert eru vitni til byrjanina.

Nýtt spennandi vegamót

Við útbygging av Cambo, sum júst hevur skift hendur frá OMV til Siccar Point, eru vit so komin til enn eitt vegamót í oljusøguni á Atlantsmótinum. Siccar Point Energy, sum er av teimum nýggju og mest áhugaverdu aktørunum á Atlantsmótinum, hevur keypt seg inn í eina rúgvu loyvum vestan fyri Hetland, og liggja fleiri teirra stutt frá føroyska markinum bæði eystanfyri og sunnanfyri markið.

Í vikuni sendi felagið út tíðindaskriv, sum hevur havt stóru yvirskriftirnar í nærum øllum altjóða oljumiðlum. Her ger felagið vart við, at tað hevur gjørt eina slóðbrótandi avtalu við eina av heimsins størstu veitarafyritøkum til oljuvinnuna, Baker Hughes, um at byggja út oljukelduna Cambo skjótast gjørligt. Baker Hughes og Siccar Point ganga við hesi serstøku avtalu heilt nýggjar leiðir, har eitt fyristøðufelag og ein veitari ganga saman um eina útbygging frá nærum a til z. Ein gamal kenningur frá føroysku oljuleitingini, pallurin West Hercules, skal bora ein avmarkingarbrunn á Cambo kelduni tíðliga í komandi ári. Eisini er ætlanin at testa brunnin. Tað merkir, at tað er bara ein spurningur um tíð, til vit fara at síggja eina veruliga útbygging fara av bakkastokki. Útbyggingin verður gjørd í tveimum. Fyrst verður útbúnaður settur upp á havbotninum, haðani olja verður tikin upp úr undirgrundini. Talan er um eitt sonevnt “Early production system (EPS)”. Eftir tað verður seinni partur av útbyggingini fyrireikaður, og tá skal finnast fram til, hvør tann besti útbyggingarhátturin er tvs. antin eitt framleiðsluskip ella ein framleiðslupallur.

Týdning fyri Føroyar

Avgerðin hjá Siccar Point, so skjótt eftir at hava keypt upp allar ognirnar hjá eysturríkska oljufelagnum OMV, at kunngera eina útbygging í einum lutvíst fjarskotnum øki á Atlantsmótinum, kemur heilt óvart á mong, og helst eisini á tey, sum standa á odda fyri føroysku oljuleitingini. Tí henda avgerð er ein staðfesting av, at umrødda økið heilt tætt upp at føroyska markinum, framvegis er áhugavert og lønandi at gera íløgur í, entá við tí neiligu gongdini, sum annars hevur verið í eitt nú oljuprísinum og harvið áhuganum at gera íløgur í sokallaðum dýrum, fjarskotnum og kostnaðarkrevjandi økjum. 

Gongdin í oljuvinnuni er so eisini oftani tann, at oljufeløg, sum byggja út fund til framleiðslu, hyggja eisini eftir økjum, ið liggja í grannalagnum, og her kann tað møguliga henda, at eitt felag sum Siccar Point einaferð í framtíðini, fer at varpa ljós á loyvi føroysku megin markið, tætt við Cambo. Tvs. at útbyggingin av Cambo og møguliga øðrum keldum við markið eisini, gerst ein nýggjur duraopnari til føroyska landgrunnin.

Tað er eisini áhugavert at bíta merki í, at nettup sama Siccar Point, hevur keypt seg inn í fleiri aðrar oljukeldur við markið, m.a. Rosebank, Suilven og Tornado. Tað liggur í kortunum, at allar hesar keldurnar fyrr ella seinni, verða útbygdar til ein spildurnýggjan “hub”, framleiðslukjarna, á Atlantsmótinum í einum øki, sum liggur heilt nær við føroyska markið. Hetta kunnu vera góð tíðindi fyri føroyska oljuleiting og eisini fyri føroyskt veitingarvirksemi til oljuvinnuna hinumegin markið.