Oljuboring í 2018: Flest eygu vend móti Atlantsmótinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

16.01.2018 - 13:26

Oljan >

Ein spildurnýggj kanning, sum oljuráðgevarafyritøkan Wood MacKenzie hevur gjørt, vísir, at økið vestan fyri Hetland verður raðfest ovast, tá talan er um at bora nýggjar brunnar í 2018. Flest øll eygu eru vend móti Atlantsmótinum stendur í kanningini, sum vísir á, at av teimum 15 brunnunum, sum væntandi verða boraðir á bretska landgrunninum í ár, verða í hvussu er 5 boraðir á Atlantsmótinum tvs. í økinum millum Føroyar og Hetland, fleiri teirra tætt við føroyskt øki. Flestu av brunnunum eru leitibrunnar, meðan nakrir eru avmarkingar- og metingarbrunnar. Hetta er hægsta talið síðani 2014.

Feløgini, sum standa fyri boringunum í grannalagnum, eru fyrst og fremst Siccar Point Energy, Total og Nexen.

Oljufelagið Siccar Point fer longu í apríl at bora ein avmarkingarbrunn á Cambokelduni, sum liggur heilt tætt upp at føroyska markinum. Felagið hevur í hyggju at útbyggja Cambo til framleiðslu og roynir við hesi boringini at fáa atgongd til uppaftur størri goymslur í undirgrundini, sum harvið kunnu tryggja eina meira lønandi útbygging. Haraftrat fer felagið at bora ein brunn á Lyon leitimiðinum, sum liggur longur norðari og er ætlanin, at henda skal vera kjarnin í eini møguligari gassútbygging.

Oljufelagið Nexen ætlar at bora ein avmarkingarbrunn á Gragganmore leitimiðinum, sum liggur í sama umráði. Og loksins fer Total at bora á Edradour West leitimiðinum. (Sí kort). Aftrat hesum verða so fleiri brunnar boraðir aðrastaðni á bretska landgrunninum í Norðsjónum.

Hvat nýggjum útbyggingum viðvíkur, so metir Wood MacKenzie, at hesar fara at minka í hesum árinum í mun til í fjør. Tvær stórar útbyggingar, sum hava verið í gerð nú í eina tíð, Clair Ridge vestan fyri Hetland og Mariner eystan fyri Hetland, fara undir framleiðslu í ár.

Síðani henda kanningin varð gjørd hevur Shell boðað frá, at tað fer at útbyggja oljukelduna Penguin, sum liggur í ein landnyrðing úr Hetlandi. Henda avgerð verður mett at fáa stóran týdning fyri virksemið í Norðsjónum sum heild, tí hon er við til at geva íleggjarum sum heild størri álit á framtíðar virksemi bæði í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Shell eigur 50% av Penguin, meðan ExxonMobil eigur hini 50%.