Siccar Point ætlar sær at vera oljulokomotivið eystan fyri markið. Tað hevur keypt seg inn í oljukeldurnar Schiehallion, Rosebank, Cambo, Suilven og Tornado og fer at útbyggja Cambo

Selja út í Norðsjónum fyri at raðfesta øki nær Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

13.11.2017 - 11:54

Oljan >


Oljufelagið Siccar Point Energy, sum er eitt av nýggju oljufeløgunum á bretska landgrunninum og sum herfyri keypti upp allar oljuognirnar hjá eysturríkska oljufelagnum OMV vestan fyri Hetland, er nú farið at selja sínar ognir í Norðsjónum fyri at kunna brúka alla orkuna uppá økið millum Hetland og Føroyar. Felagið seldi nú dagarnar sín part í oljukelduni Jackdaw 150 fjóðringar eystan fyri Aberdeen til hálendska felagið Dyas.

Stjórin í Siccar Point, Jonathan Roger, sigur við Energy Voice oljuportalin, at við eini sera spennandi leiti- og útbyggingarverkætlan vestan fyri Hetland hevur felagið avgjørt at raðfesta alla sína orku uppá hetta økið.

Nú um dagarnar gjørdi Siccar Point av at útbyggja oljukelduna Cambo, sum liggur tætt upp at føroyska markinum. Jonathan Roger var annars við til at seta stóru yvirskriftirnar á seinastu oljumessuni í Aberdeen, tá kunnað varð um ætlaninar hjá Siccar Point á bretska landgrunninum í framtíðini. Felagið ætlar at gerast eitt hitt størsta á bretskum øki sum frálíður og hava høvuðsfokus á økið millum Hetland og føroyska markið. Tað er greitt, at stór íløgufelag eru farin at trúgva uppá økið aftur, serstaklig nú eftir at oljuprísurin er komin fyri seg aftur. Eitt av íløgufeløgunum, sum stendur aftanfyri Siccar Point, er ein veruligur íløgurisi, nevniliga amerikanska Blackstone umframt eitt minni bretskt felag, Blue Water Energy.

Tað var eisini forvitnisligt at hoyra stjórarnar í tveimum av heimsins størstu oljufeløgunum á oljumessuni í Aberdeen herfyri, Shell og BP, gera greitt, at teir mettu nettupp økið vestan fyri Hetland at vera eitt av teimum mest lovandi í heiminum.

Tað var í fjør, at Siccar Point keypti ognirnar hjá OMV fyri góðar 8 mia. kr. Millum hesar eru 11,64% av stóru oljukelduni Schiehallion vestan fyri Hetland, sum er við at verða nútímansgjørd og útbygd við spildurnýggjum framleiðsluskipi, síðani 20% í Rosebank kelduni, sum liggur skamt frá markinum, og harftrat eisini allan ognarpartin í Cambo og ognarpartar av Suilven og Tornado keldunum í grannalagnum.

Nú Siccar Point er vorðið so virkið hinumegin markið kunnu vit loyva okkum at gita, at tað uttan iva er eitt av feløgunum, sum føroyskir myndugleikar vóna fer at vera partur av leitingini hesumegin markið í framtíðini, nú tað er vanligt í oljuvinnuni, at oljufeløg oftani fara eftir loyvum, sum liggja tætt upp at teirra verandi virksemi. Cambo, sum Siccar Point hevur tikið avgerð um at útbyggja, liggur einans fáar kilometrar frá markinum. Livst so spyrst.