Oljufelagið BP ger íløgur í sólorku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

15.12.2017 - 12:13

Oljan >


Oljufelagið BP, sum er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum um okkara leiðir, hevur avgjørt at brúka 1,5 mia. kr. komandi trý árini til at menna sólorku. Hetta verður gjørt í einum nýggjum orkufelag.

BP hevur stórar vónir til sólorku. Éin nýggj frágreiðing, sum felagið hevur gjørt, vísir, at sólorka fer at vinda nógv meira uppá seg kring allan heimin. Væntandi fer sólorka at vera ein triðingur av allari varandi orku og 10% av samlaðu orkuveitingini í 2035.

Stjórin í BP, Bob Dudley sigur, at BP hevur bundið seg til at arbeiða fyri at minka um CO2 útlát m.a. gjøgnum íløgur í varandi orkukeldur. Sólorka er skjótast vaksandi orkukeldan í heiminum í dag.

Felagið, sum BP nú fer at gera íløgur í, verður nevnt Lightsource BP, og arbeiðir við verkætlanum kring allan heimin.

Kelda: Oil Voice