Oljufund við New Foundland geva portugisum vónir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

27.11.2015 - 11:26

Oljan >


Í Portugal eins og í Írlandi, ið eru partur av Atlantsmótinum, eru tey bráddliga farin at trúgva uppá eina møguliga oljuframtíð. Orsøkin til bjartskygnið eru oljufund, sum nýliga eru gjørd út fyri New Foundland, hinumegin Atlantshavið. Eisini Føroyar eru partur av Atlantsmótinum.

Íblástur frá oljufundum hinumegin Atlantshav

Herfyri frættist, at áhugin fyri nýggjari leitiútbjóðing vestan fyri Írland, er metstórur. Hetta hendir m.a. eftir, at nýggj oljufund eru gjørd á djúpum vatni eystan fyri New Foundland. Oljufeløg, sum leita eftir nýggjum økjum at gera íløgur í, halda tað vera sannlíkt, at jarðfrøðin á Atlantsmótinum (The Atlantic Margin) Evropamegin Atlantshavið er meinlík henni eystan fyri Kanada, har fund eru gjørd nýliga, og har nýtulkaður seismikkur sær sera áhugverdur út. Serfrøðin á økinum vil vera við, at londini báðumegin Atlantsshavið einaferð lógu saman.

Tað var eisini orsøkin, tá oljufelagið Statoil gjørdi stór fund út fyri Brasil, at felagið fór undir at leita eftir olju í somu løgum út fyri Angola og hevði eydnuna við sær. Einferð vóru Afrika og Suðuramerika saman. Og tað eru nú somu royndir, sum evropeisk lond vilja gera, nú fund eru gjørd hinumegin Atlantshav.

Nú eru eisini oljumyndugleikar í Portugal farnir at hyggja nærri at seinastu fundunum eystan fyri Kanada og spyrja teir, um ikki somu jarðfrøðiligu umstøður finnast á Atlantsmótinum vestan fyri Portugal.

Hetta sama Atlantsmót fevnir so eisini um Føroyaøkið. Tað røkkur frá havleiðunum út fyri Miðnorra, víðari suður eftir móti Føroyum og Hetlandi og síðani longur suður til Írland, Portugal og Marokko.

Tulka seismikk av nýggjum

Norska seismikkfelagið TGS, ið hevur staðið fyri seismiskum arbeiði bæði við Írland, við New Foundland og Nova Scotia og somuleiðis vestan fyri Hebridurnar og Hetland umframt eystan fyri Føroyar, er nú farið undir at nýtulka seismisk data tað hevur gjørt út fyri Portugal áður.

Stjórin í TGS, Stein Ove Isaksen sigur sambært Offshore Energy, at seinastu fundini á djúpum vatni út fyri New Foundland og Nova Scotia hava birt upp undir bjartskygnið, at líknandi kolvetnisskipanir finnast á djúpum vatni út fyri Portugal. Nýggja tulkingararbeiðið, sum hevur fingið íblástur av fundunum út fyri New Foundland, fer at geva nógva nýggja og áhugaverda vitan, sum oljufeløg so kunnu brúka í roydum sínum at finna olju á Atlantsmótinum.

Eftir stendur so at hoyra, hvat jarðfrøðingar, jarðalisfrøøðingar,seismikkfrøðingar oo. halda um staðfesting Føroya á Atlantsmótinum, og í hvønn mun nýggjastu oljufundini hinumegin Atlantshavið eystan fyri New Foundland eisini kunnu vera spegilsmyndir av kolvetnisskipanum her við møguligum oljukeldum í føroysku undirgrundini.

Herfyri segði stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen, við altjóða oljublaðið ”Upstream”, í sambandi við 4. útbjóðingina í 2017 at farið verður undir at tulka og savna seismikk frá Føroyaøkinum.