Eingin oljumessa fer framvið, uttan at vágbingurin í Runavík, Eli Lassen, tevjar seg fram til kundar og samstarvspartnarar. Mynd Jan Müller

Oljuhavnin í Runavík: 4. útbjóðing er kærkomin


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.05.2017 - 14:51

Oljan >

Nú 4. útbjóðing til leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum er latin upp, skapar tað aftur bjartar vónir í pørtum av vinnulívinum, og ein teirra, sum er sera spentur, er stjórin í oljuútgerðarhavnini í Runavík, Eli Lassen. Hann er heldur ikki ein og hvør í føroyskari oljuvinnu. Síðani fyrstu útbjóðingina í 2001 og fram til 2006 var Eli arbeiðsformaður og ansaði tangaanleggið. Frá 2006 tá Brugdan varð borað og fram til 2014, tá seinasta boringin fór av bakkastokki, hevur hann trúliga staðið við stýrisvøl á Atlantic Supply Base.

Hann hevur havt ein týðandi og avgerandi leiklut í fleiri av boringunum hesi seinastu mongu árini. Ikki hevur tað altíð verið líka hugaligt, tí oftani hevur verið langt millum brunnarnar, og tá hevur vágbingurin í Runavík verið noyddur at gera seg út við toli, men sum orðatakið sigur: tolin trívst. Og tað kann so sanniliga sigast um Eli Lassen, sum millum brunnarnar hevur verið noyddur at finna nýggjar uppgávur til oljuútgerðarhavnina. Nú eru skjótt trý ár síðani, at Statoil, Dong og OMV løgdu árarnar inn við tí 9. brunninum, Súlan Stelkur. Men hesa tíðina hava bygningarnir í oljuhavnini kortini ikki staðið tómir. Teir verða m.a. brúktir til at goyma pakkitilfar hjá russisku skipunum, sum koma á Runavík. So tað ræður um at tillaga seg umstøðurnar alla tíðina. 

17. mai eitt vegamót
Tann 17. mai upprann so dagurin, sum Eli Lassen eins og mangir aðrir veitarar til oljuvinnuna, hava bíðað eftir – tá landsstýrismaðurin í oljumálum kunngjørdi, at 4. útbjóðingin nú er opin.

”Eg havi spentur bíðað eftir hesum degnum, síðani West Hercules tann 30. september 2014 stevndi út av Skálafjørðinum til nýggjar boriuppgávur hinumegin Atlantshav. Hetta var ein kensluborin løta, tí eingin visti tá, nær vit aftur fóru at síggja ein slíkan boripall um okkara leiðir.

Nú eru dyrnar so aftur latnar upp fyri oljufeløgunum, og vit, sum síggja fram til fyrstu føroysku oljuna, kunnu bara krossa fingrar og vóna, at oljufeløg aftur fara at vísa føroysku undirgrundini ans.”

Við sínum treiska lindi og ófrávíkiliga ynski um at síggja Føroyar sum eitt framtíðar oljuframleiðandi land, hevur Eli Lassen saman við øðrum góðum fólkum øll hesi árini roynt at hildið lív í Atlantic Supply Base, og hann ætlar sær ikki at flyta seg ein tumma heldur, fyrr enn komandi boringarnar geva okkum endaliga svarið: at olja og gass eru í rakstrarverdum nøgdum í undirgrundini.

Tó at hann væl veit, at óvissan framvegis er til staðar, og at tað kunnu ganga mong mong ár, áðrenn oljan verður funnin, so vónar Eli ikki, at tað fer at verða neyðugt at sløkkja fyri ljósinum í oljuútgerðarhavnini.

Bora aftur í 2020!
Hann veit tó eisini, at skal útgerðarstøðini framhaldandi verða lív lagað, so má okkurt skjótt henda. Og hvat er so skjótt spyrja vit hann.

”Umsóknir skulu vera inni 17. februar 2018, og so ganga helst 2-3 mánaðir til at viðgera tær. Eg ímyndi mær, at fyrstu loyvini verða latin á vári ella tíðliga á sumri hetta árið. Og tann optimistur eg eri, so giti eg, at 10. brunnurin verður boraður tvey ár seinni ella í 2020,” sigur royndi oljustjórin brosandi.

Hann fegnast annars um útmeldingarnar frá Jarðfeingi, sum sigur seg hava gjørt eitt stórt nýtt tulkingararbeiði, ið kann vera við til at geva 4. útbjóðing luft undir veingirnar. Eisini heldur hann tað vera áhugavert at hoyra, at tað nú er váttað, at summi av oljufeløgunum, sum hava borað her, góvust ov tíðliga av einihvørjari orsøk. Tí heldur hann tað vera rættiliga avgerandi at ásanna, at frágingnir brunnar merkja ikki, at her er eingin olja ella gass.

”Vit hoyra, at ringt er at síggja gjøgnum basaltið, men við teimum røttu brillunum við tí røttu styrkini, ber nú til at síggja nógv betur, og tað er hugaligt at hoyra.”

Eli Lassen leggur aftrat, at ASB liggur væl fyri, hevur verið gjøgnum drúgvar royndir og er nú klárt til at starta uppaftur, tá sett verður á at bora 10. brunnin.

Tað henda eisini ting, sum fara at betra um umstøðurnar har. Oljukeiin og Betakeiin verða nú samanbygdar og fer tað at skapa bæði betri og meira pláss.

Aftur á oljumessu
Eli Lassen man vera ein av teimum føroyingunum, sum oftast hevur luttikið á oljumessum í útlandinum. Og oljumessan í Aberdeen í heyst verður einki undantak í so máta. Hóast eingin føroyskur básur verður hesaferð, so hevur Eli avgjørt at fara til messuna kortini fyri at halda sambandið við kundar og fáa nýggjar framtíðar samstarvspartnarar. Og eitt, sum alla tíðina melur í høvdinum á Eli, er at fáa útlendsk feløg, sum bora og arbeiða eystan fyri føroyska markið, at koma til Føroya og her ikki minst Skálafjørðin, tá tey hava tørv á at keypa vørur og tænastur, her ikki minst til manningarskifti. 

 Eli Lassen fegnast um stóra tiltakið ”Faroe Islands Maritime Services”, sum hann heldur vera eina sera spennandi og viðkomandi verkætlan, ið kann koma at gagna bæði vinnuni og landinum. Nú ræður um at fáa hana á sporið og seta veruliga ferð á. Hann sær í hesum sambandi eisini komandi undirsjóvartunnilin undir Skálafjørðinum sum enn eina magnet at draga til Føroya útlendskar brúkarar komandi árini.

Eli Lassen vil annars fegin takka myndugleikunum við landsstýrismanninum Poul Michelsen og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum á odda fyri at hava sett gongd á aftur oljuleitingina við Føroyar. Hann metir eisini arbeiðið hjá Jarðfeingi at vera av alstórum týdningi fyri framtíðar gongdina.