Oljuognir í Norra fyri 16 mia. skifta hendur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

24.10.2017 - 11:39

Oljan >

Fyri ikki minni enn 16 mia. kr. hevur oljufelagið Aker BP keypt ognirnar hjá amerikanska oljufelagnum Hess á norska landgrunninum. Við keypinum verður Aker BP einasti eigari av risastóra oljufeltinum Valhall.

Aker BP er eitt av teimum nýggju oljufeløgunum á norska landgrunninum. Feløgini gjørdu fyri fáum árum síðani av at leggja saman og verður miðjað móti at gera felagið til eitt tað størsta óhefta leiti- og framleiðslufelagið í Norra.

Hess, sum er ein gamal kenningur frá leitingini við Føroyar, hevur fyri stóran part selt sínar ognir í hesum partinum av heiminum, eitt nú vestan fyri Hetland, har tað í síni tíð var eitt av undangongufeløgunum.