Oljuprísur fellur sjeynda dagin á rað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

09.02.2018 - 11:11

Oljan >


Seinastu dagarnar hava vit sæð, at oljuprísurin er lækkaður úr 71 dollarum fyri tunnuna niður í knappar 65 dollarar. Ritzau Finans skrivar, at orsøkirnar kunnu vera fleiri. Ein teirra er, at vaksandi framleiðsla í Iran og USA leggur stórt trýst á oljuprísin.

Prísfallið kemur eisini eftir stórt órógv á altjóða partabrævamarknaðunum, har óttin fyri inflatión ávirkar íleggjararnar. Ein tunna av Brent olju kostar fríggjamorgun 64,35 dollarar móti 65,15 dollarar seinnapartin hósdagin.



beint nú