Mynd: EPA

Oljuprísur fer at nærkast 75 dollarum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

18.01.2018 - 18:02

Oljan >

Jyske Bank sigur í eini meting av framtíðar oljuprísinum, at hann fer at nærkast 75 dollaraum. Tað er framleiðsluundirskotið, sum fer at trýsta prísin enn longur upp. Prísurin fer at hækka teir fyrstu níggju mánaðirnar, men fer so at lækka í seinasta ársfjórðingi heldur bankin.

Vøksturin í heiminum fer at hava við sær, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa fyrru helvt av árinum men eftir tað fer hann at javna seg aftur,  heilt niður á 55 dollarar, tí vøksturin í Kina fer at minka aftur. Ein høvuðsorsøkin til at prísurin er hækkaður í seinastuni er avgerðin hjá Opec og Ruslandi at longja framleiðsluloftið. Eisini minkandi oljugoymslur í USA hava ávirkað oljuprísin.

Oljunýtslan fer at vaksa til 101 mió. tunnur um dagin í 2018 tvs. ein vøkstur uppá 1,7 mió. tunnur um dagin metir Jyske Bank.



beint nú