Oljuprísurin kavaði í 2014 og aftur í 2016 fyri síðani at toga seg upp aftur

Oljuprísur í 2018 millum 60 og 70 dollarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

28.12.2017 - 17:12

Oljan >

Oljuprísurin fer í komandi ári at liggja um 65 dollarar fyri tunnuna. Hetta sigur ein av kendastu oljuanalytikarunum í Norra, Thina Saltvedt í Nordea Markets við heimasíðuna E24.

2017 gjørdist árið, tá prísurin kom upp um 60 dollarar, eftir fleiri ár við lægri prísum. Ein orsøkin til broytingina var avgerðin hjá Opec og Russlandi at longja framleiðsluloftið. Um somu tíð hava Libya og USA staðið fyri øktari framleiðslu.

Trond Omedal, oljuanalytikari í Pareto heldur, at oljuprísurin fer at verða hægri í 2018 enn í 2017, men eitt gott boð uppá ein meðalprís í 2018 er uppá 60 dollarar. Men síðani fer hann at vaksa í 2019 og 2020. Hann heldur eisini, at góða samstarvið millum Opec og Russland fer at halda fram.

Tað hevur stóran týdning fyri Saudi Arabia at varðveita ein oljuprís millum 65 og 70 dollarar í seinni helvt av 2018, tí tá er ætlanin at børsskráseta oljufelagið Saudi Aramco. Tað skal gera Saudi Arabia minni heft at oljuni. At fáa stóra almenna saudiarabiska oljufelagið á børsin er sjálvt grundarlagið undir búskaparpoltikkinum hjá nýggja leiðaranum í landinum. Tí verður hildið, at Saudi Arabia fer at gera alt tað er ment fyri at varðveita framleiðsluloftið og annars at tryggja ein oljupríst nærhendis 70 dollarum fyri tunnuna.