Oljuprísur nærkast aftur 60 dollarum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

27.10.2017 - 11:53

Oljan >


Oljuprísurin er nú aftur beint undir teimum 60 dollarunum og harvið nærum tann hægsti í ár. Ein av orsøkunum til hækkandi oljuprísin eru útsagnirnar hjá saudiarabiska prinsinum, Mohammad bin Salman, um at hann stuðlar einum framhaldi av avtalu um framleiðsluavmarking hjá Opec í 2018. Hetta skrivar Reuters.


Avtalan, sum eisini fevnir um lond uttan fyri Opec so sum Rusland, Mexoco og Kasakhstan, varð gjørd í 2016 og snýr seg um at skerja dagligu framleiðsluna við 1,8 mió. tunnum um dagin. Hetta verður gjørt fyri at fáa oljuprísin at hækka. Oljuprísurin er í løtuni 59,38 dollarar