Oljuprísur upp um 54 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.09.2017 - 17:51

Oljan >

Prísurin fyri eina tunnu av olju hevur ikki verið so høgur leingi sum nú.

Mikukvøldið fór hann upp um 54 dollarar fyri tunnuna. Hann hevur annars ligið millum 50 og 53 dollarar í langa tíð. Orsøkin til príshækkingina er m.a. vaksandi eftirspurningur í USA, har raffinarí við Meksikanska flógvan lata upp aftur eftir oyðileggingarnar frá ódnini Harvey, skrivar Reuters. Hóast avleiðingarnar frá Harvey minka, so er enn ein ódn, Irma nú á veg móti Florida. Og haraftat eru tvær aðrar ódnir við at taka seg upp í Meksikanka flógvanum.

Hóast ódnirnar so merkir tann høga oljuframleiðslan, m.a. eisini frá OPEC londum, at ríkiligt er til av olju á marknaðinum til at klára eftirspurningin skrivar tíðindastovnurin víðari.

Eftirspurningurin kann halda fram við at verða órógvaður, tá fleiri ódnir flyta seg í Karibiska havinum.

Nakað, sum annars ikki stuðlar upp undir oljuprísin, er, at størsta oljukeldan í Libya nú er farin at framleiða aftur.