Oljuprísur: USA og Kina leggja trýst á Saudi Arabia og Rusland



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

22.06.2018 - 11:02

Oljan >


Stórur spenningur er undan fundinum í OPEC í dag, har framtíðar oljuframleiðslan stendur ovast á breddanum. Talan er um eitt stríð ella eina ósemju millum tveir av høvuðsframleiðarunum í OPEC, nevniliga Iran og Saudi Arabia. 

Bæði USA og Kina hava roynt at leggja trýst á Saudi Arabia fyri at fáa tað at økja um framleiðsluna, soleiðis at oljuprísurin aftur kemur niður á eina væl lægri legu. Bæði stórveldini vísa á, at vanligi brúkarin verður alt ov hart raktur av teimum høgu oljuprísunum, sum eru íkomnir av eini avtalu frá 2016 millum Opec-lond og so eisini Rusland, ið tá gjørdu av at avmarka framleiðsluna til tess at hækka oljuprísin. Tað má sigast hevur eydnast, nú oljuprísurin eitt skifti kom heilt uppá 80 dollarar fyri tunnuna. Hann hækkaði við heili 55% eftir avtaluna. Ì løtuni liggur hann rundan um 75 dollarar, men tað halda USA og Kina verða alt ov høgt og hava tey biðið eitt nú Saudi Arabia at koma teimum til hjálpar við at hækka framleiðsluna. Eisini Rusland er við uppá at hækka sína framleiðslu.

Í dag er so fundur í Wien, har londini í Opec skulu taka eina avgerð um framtíðar framleiðsluna. Higartil hava lond sum Iran, Iraq og Venzuela harðliga mótmælt eini hækking av framleiðsluni. Til tess at kunna vaksa um framleiðsluna, skal vera semja í Opec. Iran hevur hótt við at leggja niður veto móti framleiðsluhækking.

Her stendur málið í løtuni. Tað er á forsíðunum í mongum altjóða miðlum, eitt nú viðger kenda enska ávísin The Guardian í morgun málið. Ætlanin hjá Opec og Ruslandi var, at avtala teirra um eitt framleiðsluloft skuldi halda árið út. Nú hava Saudi Arabia og Rusland so kúvent eftir stórt trýst frá bæði USA og Kina skrivar The Guardian. Sambært blaðnum hevur oljuráðharrin í Saudi Arabia, Khalid al-Falih sagt, at tað er í lagi at hækka framleiðsluna við 1 mió. tunnum um dagin. ” Increasing production by 1m barrels a day sounds like a good target to work with”, sigur oljuráðharrin. Altjóða viðmerkjarar eru sera ójavnir á máli, hvat úrslitið verður av Wien-fundinum nú seinnapartin.  Teir siga m.a., at tað er “a tricky one to predict”.

Høgu oljuprísirnir fingu amerikanarar at hækka sína skiferframleiðslu, men tað var so ikki nóg mikið til at standa ímóti vaksandi Opec-framleiðsluni. IEA, International Energy Agency, segði í vár, at uppgávan hjá Opec-londunum við sínum avmarkingarpolitikki, var komin á mál, “mission accomplished”, og tað fekk fleiri av londunum at umhugsa eina broyting í higartil rikna framleiðslupolitikkinum. Og tað er nú hann, sum skal standa sína roynd.

Higartil hava eygleiðarar so mett, at broytingin fór at vera lítil: at oljufeløgini bara fóru at økja um framleiðsluna við smærri nøgdum. Men nú eftir trýst frá USA og Kina, eru nøkur av londunum meira hugað til at fremja stórar økingar í framleiðsluni.

Avgerðin hjá USA at seta boykott í verk móti Iran, sum í dag framleiðir 4% av heimsframleiðsluni eins og hóttanin móti londum í Vesturheiminum, sum halda fram at handla við Iran, hevur eisini fingið ávirkan á støðuna. Iran er mett til at verða noytt til at minka munandi um sína framleiðslu av hesi orsøk. Eisini Venezuela framleiðir minni og minni av olju. Bæði Saudi Arabia og Rusland hava møguleika fyri at taka nógv meira olju upp úr undirgrundini, men tað hava Iran, Iraq, Algeria og Venezuela ikki, sum støðan er í løtuni, og tí vinna tey einki við eini hægri oljuframleiðslu sum heild og fylgjandi lægri prísum.

Eisini innanríkispolitikkur í USA er við til at koyra brenni á bálið. Tí har skuldseta demokratarnir politikkin hjá Trump forseta fyri teir høgu bensinprísirnar. Um hetta er allur sannleikin ella ikki, so slepst ikki undan, at avgerðin hjá Trump at siga upp kjarnorkusáttmálan við Iran hevur ávirkan á støðuna. Framhaldandi høgir bensinprísir í USA fara so avgjørt ikki at hjálpa republikanarunum at varðveita meirilutan í kongressini til miðvalini í november, og tí roynir forsetin nú at leggja trýst á Saudi Arabia og Rusland at hækka framleiðsluna, fyri harvið at fáa prísin niður.

“Oil prices are too high, Opec is at it again. Not good!” tvitar forsetin og gevur harvið Opec skylduna, skrivar The Guardian.

Hóast Opec kann taka æruna av fyri teir høgu oljuprísirnar við síni framleiðsluavmarking, so eru tað eisini onnur viðurskifti, sum hava havt sína stóru ávirkan, nevniliga búskaparligi vøksturin í heiminum, sum hevur havt við sær størri eftirspurning eftir olju. Og tann gongdin sýnist ikki at venda í løtuni. So málið er alt annað enn heilt einfalt at loysa bara við eini øking av framleiðsluni, nú eftirspurningurin samstundis eisini økist.

IEA, The International Energy Agency, metir, at eftirspurningurin eftir olju fer at røkka 100 mió. tunnum um dagin næsta ár. Tað merkir so, at neyvan hendir tað aftur, at oljuprísurin fer at vera so lágur sum hann var í 2014-2016, sjálvt um Saudi Arabia og Rusland nú hækka framleiðsluna.

Nú er stóri spurningurin, um Iran og onnur lond fara at geva eftir fyri trýstinum og ganga við til eina minni øking av framleiðsluni. Men aftur her kemur so boykottið frá USA móti Iran, sum nettupp forðar landinum í at sleppa av við sína olju. Hvat enn hendir so kann Rusland einsamalt hækka sína framleiðslu, tí tað er ikki limur í Opec. Landið hevur longu sagt frá, at verður talan um eina minni øking nú, so ber til at taka málið uppaftur á fundi í september.