Oljuprísurin lækkaður um vikuskiftið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

20.03.2017 - 07:59

Oljan >

Síðani fríggjadagin hevur oljuprísurin lækka javnt, og í løtuni kostar eitt fat av Norðsjóvaroljuni Brent 51,01 dollarar. Fríggjadagin kostaði eitt fat 52,08 dollarar.

Prísurin í løtuni er tó framvegis hægri enn lægsti prísur í farnu viku, ið var 50,28 dollarar.

Amerikanska lættoljan WTI kostar í løtuni 48,40 dollarar fyri fatið.

Oljuprísurin er lækkaður javnt hendan farna mánaðin.