Oljuprísurin undir trýsti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

13.02.2018 - 16:33

Oljan >

Fyri framleiðarar av olju og gassi hava tíðindini um hækkandi oljuprís hetta seinasta árið verið sera kærkomin. Fyri brúkararnar hava tey harafturímóti verið ring tíðindi. Nú oljuprísurin hesa seinastu vikuna aftur er farin at lækka munandi er vent í holuni. Nú gleðast brúkararnir, meðan framleiðararnir óttast gongdina.

Oljuprísurin er eftir fáum vikum lækkaður úr 71 dollarum niður í góðar 63 dollarar fyri tunnuna, skrivar Reuters. Orsøkirnar eru fleiri. Órógv er á altjóða partabrævamarknaðunum. 

Tað hevur annars verið bjartskygni í oljuvinnuni við støðugt hækkandi oljuprísum allan veturin. Men henda gongdin tykist brádliga at verða vend. Oljusáttmálar, sokallað futures, eru falnir við 11%, síðani teir vóru í hæddini í januar. Hetta er størsta vikuliga afturgongdin í tvey ár. Eisini hevur óttin fyri ovurframleiðslu fingið prísirnar at lækka.

Nýggj tøl vísa, at amerikanska framleiðslan hækkar munandi, og tað hevur oftani negativa ávirkan á oljuprísin. Her er serstakliga talan um skifurframleiðslu, ið brúkar sokallaða fracking-tøkni til at fáa oljuna upp við. Tøl vísa, at amerikanska framleiðslan, sum økist munandi, kann útlíkna niðurskurðin, sum Opec lond hava sett í verk. Og tað ger seg aftur inn á oljuprísin skrivar Reuters, sum hevur tosað við amerikanska marknaðargreinaran Gene Mcgillian frá Tradition Energy. 

Opec við Saudi Arabia á odda saman við Ruslandi hava higartil megnað at halda oljuprísinum á einum rættiliga høgum støði við at skerja sína framleiðslu. Men nú kemur so amerikanska skiferoljan og oyðileggur teimum ”spælið”.

Sambært seinastu metingunum fyri 2018, so fara lond uttan fyri OPEC at økja sína framleiðslu við 320.000 tunnum um dagin til 59,26 mió. tunnur um dagin. Tað svarar til ein vøkstur uppá 1,4 mió. tunnur um dagin samanborið við 2017. Stóri ”syndarin” her er USA, sum verður mett at standa fyri einum vøkstri uppá 1,3 mió. tunnur um dagin. USA verður mett at framleiða 15,63 mió. føt um dagin.

Framleiðsluøkingin í amerikonsku skiferoljuni verður mett at skapa størstu høvuðspínuna hjá OPEC og støðan er bara versnað seinasta mánaðin. Umframt USA so verður roknað við, at lond sum Canada, Brasil, Bretland, Kazakhstan og Ghana fara at økja um sínar framleiðslur í 2018. Í londum sum Ruslandi, Kina, Mexico, Norra og Colombia verður framleiðslan mett at minka.

Framleiðslan hjá Opec londunum í januar var 32,30 mió. tunnur um dagin. Framleiðslan fall mest í kreppurakta Venezuela til 1,6 mió. tunnur um dagin. Angola og Algeria hava lækkað sínar framleiðslur nakað, meðan Irak og Saudi Arabia øktu sínar framleiðslur nakað í januar.

Commerzbank heldur, at fokus fer at verða á vaksandi amerikonsku framleiðsluna enn meira. Hon hevur leingi verið undirmett og hevur størri dentur verið lagdur á lækking í oljugoymslunum. Nú vaksa goymslurnar og meira ljós verður varpað á amerikonsku framleiðsluna av ráolju, sum uttan iva fer at vaksa enn meira sigur bankin í eini fráboðan. Eisini sigur Baker Hughes, at talan av pallum í USA er í vøkstri aftur.

Hóast hesi brádliga døpru útlitini fyri royndirnar hjá Opec og Ruslandi at skerja sínar framleiðslur fyri at ávirka oljuprísin, so heldur formaðurin í Opec ikki, at hetta fer at hava nakran serligan týdning fyri javnvágina á marknaðinum, skrivar Bloomberg. Ein vaksandi amerikonsk skiferframleiðsla fer ikki grundleggjandi at seta kílar í javnvágina á oljumarknaðinum. Hetta heldur formaðurin í Opec og orkumálaráðharri í Sameindu Arabisku Emiratunum, Suhail Al Mazrouei.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fór amerikanska skiferframleiðslan upp um 10 mió. tunnur um dagin. Amerikanska stjórnin vónar, at vøksturin fer at hækka til 11 mió. tunnur í 2018. 

"Skifurolja kemur, og roknað verður við, at hon fer at vera størri enn í 2017, og tað er nakað, sum vit eru noyddir til at hava eyguni eftir. Men alt í alt haldi eg ikki, at vit fara at síggja størri órógv á marknaðinum, sigur Suhail Al Mazrouei sambært Bloomberg. Hann heldur, at javnvágin á marknaðinum fer at venda aftur í ár við jøvnum og góðum eftirspurningi og arbeiðinum hjá m.a. Opec-londunum at hava eitt loft yvir framleiðsluni.

Orkumálaráðharrin í Kuwait, Bakeet Al-Rashidi heldur, at altjóða oljunýtslan fer at vaksa við 1,6 mió. tunnum um dagin í 2018, og tað fer at absorbera eyka framleiðsluna í USA.

Í farnu viku fall prísurin á norðsjóvarolju við 8,4%, og fall harvið aðru vikuna á rað skrivar Bloomberg. Prísurin er í løtuni umleið 62,35 dollarar fyri tunnuna.