Rilwan Hassan í skotroynd fyri FC Midtjylland, sum vann á Ferencvaros úr Ungarn (Mynd: EPA)

Øll donsku liðini víðari

Ingi Samuelsen

21.07.2017 - 08:48

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sjey norðurlendsk lið eru enn við í kappingini Europa League fyri fótbóltsfeløg, hetta er kappingin, har føroysku liðini KÍ, NSÍ og B36 ikki komu longur enn til fyrsta umfar.

Í gjár var annað umfar avgjørt, og nú er greitt, at hvørki Ísland ella Finnland eru umboðað í triðja umfari.

Hinvegin hevur Danmark trý lið við, Svøríki tvey og Noreg og Finnland eitt lið eftir.

Gilli Rólantsson var við á liðnum hjá norska Brann, sum ikki eydnaðist at koma víðari. Brann spældi seg beinleiðis í annað umfar, men megnaði ikki at knógva Ružomberok úr Slovakia. Brann vann fyrra dystin í Rumenia í síðstu viku 1-0, men heima á Brann Stadion í Bergen í gjárkvøldi tapti norska liðið 0-2.

Heldur ikki Haugesund spældi seg víðari. Teir møttu polska liðnum Lech Poznan, og eftir 3-2 sigur á heimavølli, var Haugesund sligið út við 0-2 tapi í Poznan í gjárkvøldið.

Einasta norska liðið, ið spældi seg víðari var Odd, sum var heppið og trekti Vaduz úr Liktinstein og vann tvær ferðir 1-0.

Øll trý donsku liðini í Europa League spældu seg víðari til triðja umfar. Brøndby vann tapti í gjárkvøldið 2-1 á útivølli móti VPS úr Finnlandi, men 2-0 sigurin á heimavølli tryggjaði Brøndby víðari.

Lyngby vann 2-1 og 1-0 á Slovan Bratislava úr Slovakia og FC Midtjylland vann 3-1 og 4-2 á fyrrverandi ungverska stórfelagnum Ferencváros.

Svøríki fekk tvey av trimum liðum víðari. AIK, sum basti KÍ í fyrsta umfari kom víðari við at spæla 0-0 og vinna 2-0 heima móti Željezničar Sarajevo úr Bosnia, og Östersund kom óvæntað lættliga víðari við at vinna 2-0 heima og spæla 1-1 úti móti turkiska stórfelagnum Galatasaray.

Norrköping hinvegin varð sligið út. Eftir 2-1 og 1-2 móti Trakai úr Litava, máttu liðini út í brotssparkskapping, og her vóru sviar við undirlutan.

Finnland hevði tvey lið við í øðrum umfari. Umframt VPS, sum tapti fyri Brøndby, var tað HJK, sum tapti fyri Shkëndija úr Makedonia.

Ísland hevði eisini tvey lið við. Valur tapti fyri Domzale úr Slovenia og KR tapti Maccabi Tel Aviv úr Ísrael.

Aberdeen úr Skotlandi spældi seg víðari við at vinna 2-0 og spæla javnt 1-1 móti Siroki Brijeg úr Bosnia.

Triðja umfar verður spælt 27. juli og 3. august, og norðurlendsku liðini spæla soleiðis:
Krasnodar (Russland)-Lyngby
Dinamo Zagreb (Kroatia)-Odd
Arka Gdynia (Poland)-FC Midtjylland
Östersund-Fole Esch (Luksemburg)
Brøndby-Hajduk Split (Kroatia)
AIK Stockholm-Braga (Portugal)

Aberdeen skal spæla móti Apollo Limassol úr Kýpros. Ongland fær sítt fyrsta lið nú í triðja umfari. Everton spælir móti Ruzomberok úr Russlandi.