Mynd: Harriet Olafsdóttir av Gørðum

- Øll kunnu surfa



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.06.2018 - 20:10

Mentan > Mentan > Frítíð

- Tað er befríandi at surfa, og tað fær meg at kenna meg ”livandi”, sigur Tinna Dianudóttir Hentze, sum gjørdi sín dreym til veruleika, tá hon fyri nøkrum árum síðani fór á surfingskúla í Portugal.

Alsamt fleiri føroyingar síggja møguleikar úti í føroysku náttúruni. Herímillum at surfa. Tað er ikki longur neyðugt at fara til fjarskotin lond, tá tú kanst gera tað í Føroyum.

- Eg havi enn bert roynt at surfa í Tjørnuvík, síðani eg flutti heim, men støð sum Leynar, Saksun, Húsavík, Dalur og Sandvík eru eisini væl egnað, sigur hon.

- Góðar aldur eru, tá streymurin í sjónum og vindurin koma frá hvør sínari ætt og møtast. T.d er vesturættin best í Tjørnuvík. Øll kunnu surfa. Tað er fantastiska stuttligt.

Surfing er ikki vandaleys. Tað er neyðugt at kenna til veður og vind, og at virða náttúruna, greiðir Tinna Dianudóttir Hentze frá.

Les alla greinina í nýggja Ó-blaðnum.

Greinin er gjørd í samstarvi millum Ó og Portalin.