Arbeitt verður umborð á Eldborg. Mynd: Skansi Offshore

Øll skipini hjá Skansi eru til arbeiðis

Jógvan Hugo Gardar

05.06.2015 - 09:56

Oljan >

At kalla hvønn einasta dag koma boð um uppsøgnir í frálandavinnuni, og skip verva løgd. Í Noregi verður tosað um at eini 600 størv umborð á frálandaskipum eru horvin, og í oljuvinnuni er talan um tilsamans eini 10.-15.000 størv, tá ein tekur undirveitarar við.

Eisini hjá føroysku reiðaríunum sum eru virkin í frálandavinnuni merkja tey at marknaðurin er broyttur, men støðan er ikki so døpur sum tað vit hoyra úr Noregi.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, sigur við Oljan.fo, at øll skipini hjá teimum í løtuni eru til arbeiðis í norskum øki.

- Trý av skipunum hava langtíðarsáttmálar. Torsborg hevur avtalu við BG, Sjoborg við Det Norske og Saeborg við BP. Sáttmálarnir hjá Saeborg og Torsborg eru til juni 2018, við møguleika at leingja í fimm ár. Sjoborg hevur avtalu til 2016, við møguleika at leingja í tvey og eitt halvt ár, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hinubæði skipini, Kongsborg og Eldborg, hava ikki sáttmálar, men nokk at gera fyri tíðina.

- Kongsborg og Eldborg eru í spott og arbeiða fyri ávíkavist Statoil og Shell. Raturnar eru lágar í løtuni, men skipini hava eitt gott umdømi, og megna tí at fáa arbeiði í einum avbjóðandi marknaði, sigur hann.

Skansi Offshore hevur 135 starvsfólk sum eru knýtt at frálandavinnuni.