(Mynd: ©Heinesen Myndir / Tjóðpallur Føroya)

Ómegd frumsýndur á tjóðpallinum í annaðkvøld


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

08.09.2017 - 08:56

Mentan > List > Leiklist

Leygarkvøldið verður frumsýning á Tjóðpallinum av nýskrivaða leikinum ’Ómegd’ eftir Kristinu Sundar Hansen. ’Ómegd’ er bygdur á veruligar hendingar úr metsølubókini “Um

bara han sló meg”, eftir Súsonnu O. Skaale, sum setti harðskap í parlagnum á breddan.

’Ómegd’ er sostatt ein leikur um, hvussu menniskju megna at reisa seg og finna vegin úr harðskapi í parlagnum.

Leikurin snýr seg um trý fólk, tvær kvinnur og ein mann, ið siga sínar søgur um teirra lív í parløgum, har samljóð ikki er ímillum partarnar um at geva seg yvir til, ella hava virðing fyri hvørjum øðrum.

Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga tær frá, hvat hendir, tá parlagið fer av kós, og harðskapurin tekur yvir.

Harðskapur í parlagnum verður ofta lýstur sum menn, ið buka konu sína. Hetta er eitt eyðkenni við harðskapsraktum parløgum, men harðskapur hevur fleiri eyðkenni; eitt nú tann ósjónligi, sálarligi harðskapurin, ið kvinnur eins væl og menn kunnu verða fyri. Niðrandi viðmerkingar og atfinningar, hóttanir, tá ið tað verður rópt eftir tær, og tá tú verður stýrdur ella avbyrgdur frá øðrum. Veruligu frásagnirnar í leikinum siga frá, hvussu trupul, serliga tann sálarligi harðskapurin, er at liva í, júst tí hann er so orðaleysur, óítøkiligur og ósjónligur.

Leikurin er ein remediering: ein endurnýtsla av innihaldi úr einum miðli í einum øðrum miðli. Í 2013 gav Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingur, út bókina “Um bara hann sló meg” – fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, og tað eru tvær av hesum frásagnunum, ið nú eru settar á pall. Søgan, ið maðurin í leikinum sigur frá, byggir á eina grein í íslendska miðlinum Stundin frá desember 2015.

ÓMEGD
Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard, Hans Tórgarð
Leikrit: Kristina Sundar Hansen
Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen
Pallmynd og búnar: Hansina Iversen
Tónleikur og ljóðmynd: Jón McBirnie
Ljósdesign og video: Turpin Napoleon Djurhuus
Dramaturgur: Barbara Hentze í Stórustovu