Mynd: Jens Kristian Vang

Ónda ringrásin er brotin: VÍF vann finaluna

Hanus Samró

07.02.2015 - 23:40

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Neistin og VÍF leiktu í dag finaluna í Coca-Cola kappingini. VÍF vann 25-26. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Neistan.

Leikferðin fyrstu minuttirnar var høg. Neistin legði best frá landi, har teir bæði í verjuni og álopinum fingu spælið at hanga saman, meðan VÍF hevði trupult við at koma fram við Neistaverjuni. Støðan aftaná tíggju minuttir var 7-3 til Neistan. Men so lækkaði leikferðin eitt sindur. Liðini brúktu longri tíð uppá álopini, meðan bæði Mikkjal Hansen í Neistamálinum og Niklas Simonsen í VÍF-málinum høvdu fleiri bjargingar. Sostatt var støðan aftaná 20 minuttir 9-7 til Neistan.

Síðstu tíggju minuttirnar av dystinum øktist leikferðin aftur. VÍF fekk betri skil á verjuna, meðan álopsspælið hjá Neistanum haltaði eitt sindur. Tá dómararnir bríkslaðu til hálvleiks var støðan 13-12 til Neistan.

Men tað var VÍF, ið byrjaði best í seinna hálvleiki. Neistin fekk ikki spælið at hanga saman, meðan VÍF hevði lættari við at finna hvønn annan í álopinum. Tá 10 minuttir vóru leiktar av seinna hálvleiki førdi VÍF 15-17. Men tað var einki, ið bendi á, at Neistin ætlaði at geva VÍF sigurin, tí tá 20 minuttir vóru leiktar av seinna hálvleiki førdi VÍF 20-22.

Síðstu tíggju minuttirnar kom veruligur spenningur í dystin. Tá fimm minuttir vóru eftir var støðan 24-24. Men í síðstu minuttunum dróg VÍF longsta stráið. Teir megnaðu at halda nervunum og vunnu sostatt 25-26 á Neistanum.

VÍF hava seinastu nógvu árini verið í fleiri finalum, men hava ikki vunnið steypafinalun síðan 1999. Í dag megnaði VÍF tó at bróta óndu ringrásin, og er sostatt steypavinnarar 2015.

Sí eisini: Myndir: Neistin - VÍF