Ongin áhugi fyri svartkjaftakvotunum

Ingi Samuelsen

05.09.2016 - 16:12

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Onki boð kom, tá Fiskimarknaður Føroya í dag setti til rættindini at fiska 5.000 tons av svartkjafti vegna landsstýri.

Fiskimálaráðið skrivar á heimasíðuni, at ongin keypari var til ásetta minstaprísin upp á 30 oyru fyri kiloð, hóast tríggir keyparar høvdu meldað seg til uppboðssøluna.

Uppboðssølan verður tikin uppaftur klokkan 11 í morgin, skrivar Fiskimálaráið.

10.000 tons skulu seljast í opnu uppboðssølan á hesum sinni. Tey seinni 5.000 tonsini skulu seljast komandi mánadag.

Somuleiðis verða tvær ferðir 5.000 tons seld á afturlatnari uppboðssølu. Freistin at lata boð inn til hesa uppboðssøluna er ávikavist komandi hósdag og hósdagin 15. september.