Rand Paul, senatorur, er fremsta orsøkin til, at fíggjarlógaruppskotið ikki kom ígjøgnum (Mynd: EPA

Ongin fíggjarætlan - amerikanska umsitingin løgd lamin

Ingi Samuelsen

09.02.2018 - 07:53

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Tá klokkan fór um fimm í morgun, okkara tíð, fór freistin hjá amerikanska senatinum til at samtykkja amerikansku fíggjarlógina.

Hetta merkti, at amerikanska ríkisfyrisitingin nú mátti steingjast.

Sambært The New York Times skuldu senatorarnir longu ein tíma seinni atkvøða um eitt uppskot, sum væntandi fór at verða samtykt. Tá uppskotið er farið gjøgnum Senatið, skal tað til viðgerðar í Umboðsmannatinginum, og her var tað meira óvist, um tað hevði undirtøku, skrivar dr.dk.

Tað er republikanski senatorurin úr Kentucky, Rand Paul, ið hevur sett seg upp á tvørs, tí hann er ónøngdur við, at stórar hækkingar í almennu umsitingarútreiðslurnar eru tiknar við í uppskotið.

Tað at ríkisumsitingin er afturlatin merkir, at stórur partur av almenna USA steingir. Við ongari fíggjarætlan, er ikki møguligt at gera nakað, undan so at talan er um neyðstøðu.

Tí verða fleiri túsund almenn starvsfólk noydd at halda frí. Partar av almennu umsitingini, so sum fongsul og sjúkrahús, halda tó fram, eins og alt hernaðarligt virksemi.

Amerikanska stjórnin hevur boðað almennu starvsfólkunum, at tey skulu venda sær til arbeiðspláss sítt fyri at fáa vegleiðing um teirra støðu, skrivar Reuters.

Hetta er aðru ferð í bara tríggjar vikur, at ríkisumsitingin verður stongd, orsaka av atkvøðugreiðslu um fíggjarlógina.

Seinast hendi tað 23. januar, tá pengakassarnir vórðu stongdir í tríggjar dagar, til Demokratarnir og Republikanararnir í Senatinum høvdu samtykt eina fyribils fíggjarætlan.