(Savnsmynd)

Ongin semja á Seglhúsinum - samráðingarnar fluttar til Havnar

Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 09:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Arbeiðið at finna fram til eina semju í samgonguni um fiskivinnunýskipanaruppskotið heldur fram, nú í Havn.

Samgongulimirnir, sum í gjárkvøldið vóru eftir á Tvøroyri í royndini at finna fram til loysnina, komu ikki á mál við hesi royndini áðrenn Smyril fór til Havnar aftur í morgun.

Nú skulu tingfólk á løgtingsfund, men arbeiðið við nýskipanaruppskotinum heldur fram, og sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, er framvegis ætlanin at leggja málið fyri tingið, so skjótt sum semjan er funnin.

- Talan er ikki um nakrar stórar ósemjur, heldur um djúp ivamál, og slík ivamál taka tíð at viðgera, segði Høgni Hoydal við útvarpið hjá KvF, tá frittað var eftir hvar ósemjurnar í samgonguni liggja.

Tað er framvegis spurningarnir um at fara frá fiskidøgum til kvotur, um antitrust og um útbjóðingarskipanina, sum eru avbjóðingarnar at fáa upp á pláss, sigur Høgni Hoydal.

Enn hevur landsstýrismaðurin ikki sett sær nakran dag fyri, nær málið skal vera klárt. Men ætlanin er enn at leggja málið fyri tingið áðrenn farið verður í summarfrí, og í løtuni fer fram eitt samskiftið við formansskapin í tinginum fyri at tryggja at uppskotið kann fáa eina ”veruliga viðgerð” í løgtinginum, sum Høgni Hoydal málber seg.

Okkurt bendir sostatt á, at løgtingslimirnir ikki fáa summarfrí sum ætlað fyrst í mai. Í øllum førum tykist ætlanin vera, at nevndararbeiðið skal halda fram eftir at tingið er farið í summarfrí.