Fleiri ráðharrasessir tómir, tá Norðurlandaráðið varð sett í gjár. Eisini tann hjá føroyska samstarvsráðharranum, Poul Michelsen (Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org)

Ongin sjálvstøðugur limaskapur á hesum sinni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

01.11.2017 - 08:50

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Ávísur spenningur eru millum føroyingarnar, ið eru komnir til Helsingfors á norðurlandaráðsfund undan hósdegnum, tá spurningurin um sjálvstøða føroyska umboðan skal viðgerast í ráðnum.

Ikki tí, at roknað verður við, at Føroyar fær sjálvstøðuga umboðan. Til tað er avvísingin frá formansskapinum helst ov greið.

Í veruleikanum eru tað tvey mál, ið skulu viðgerast. Annað er umsóknin frá landsstýrinum, tað vil siga Aksel V. Johannessen, løgmanni, og Poul Michelsen, landsstýrismanni við norðurlandamálum um sjálvstøðugan limaskap.

Hitt er málið, sum ráðslimirnir Jenis av Rana og Ruth Vang løgdu fyri ráðið fyri ári síðani, har mælt verður til, at arbeitt verður víðari við hvussu føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap kann gangast á møti.

Í báðum førum mælir formansskapurin í Norðurlandaráðnum til at vísa málið aftur. Grundleggjandi, tí at tey eru í stríð við donsku grundlógina, og at tað ikki gevur nakra meining at fara undir at fremja eina broyting í Helsingforsavtaluni (grundlógin hjá Norðurlandaráðnum, red.) um eitt mál, sum ikki er í tráð við grundlógina hjá Danmark, verður sagt.

Norðurlendska samstarvið bíðar eisini eftir einum útspæli frá danskari síðu um, hvussu føroyska luttøkan í norðurlendska samstarvinum kann styrkjast.

Alt bendir tí á, at formansskapurin fær viðhald, og Norðurlandaráðið í morgin tí fer at vísa føroysku málunum aftur.

Ongin Poul Michelsen
Men tað gongur eitt ávíst arbeiði fyri seg í krókunum í stásiliga nýumvælda ríkisdagsbygninginum í Helsingfors.

Og tað gongur út uppá at savna undirtøku til uppskotið hjá teimum báðum tinglimunum, so at málið, fyrr enn ikki, heilt støðgar upp.

Tað løgna er, at Poul Michelsen, ið er norðurlendskur samstarvsráðharri í Føroyum, ikki luttekur á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í ár. Ráðharrin, ið hevur ábyrgdina fyri norðurlendska samstarvinum Føroya vegna, er als ikki til staðar.

Men aðrir ráðharrar eru, og onkur teirra hevur tikið ábyrgdina av, at bjarga tí, ið bjargast kann.

Tað er royndi norðurlendska parlamentarikaran Høgni Hoydal, ið sum føroyskur fiskimálaráðharri hevur lítlan og ongan leiklut í norðurlendskum samstarvi.

Men hann hevur longt sær støðgin í finska høvuðsstaðnum fyri – sum skilst – at røddin hjá føroysku stjórnini kann hoyrast, tá málið kemur til viðgerðar nakað fyri fundarlok í morgin.