Mynd: Daily Mail/Getty Images

Ongland er evropameistari hjá U19


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

15.07.2017 - 21:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í farna mánaði vann Ongland HM fyri U20-lið, og í kvøld gjørdist greitt, at Ongland er best í Evropa í aldursbólkinum U19.

Ongland vann finaluna 2-1 á Portugal. Easah Suliman legði Ongland á odda fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Bert fimm minuttir seinni javnaði Portugal, tá sjálvmál varð gjørt. Men í 68.minutti kom Ongland á odda 2-1, tá Manchester City leikarin Lukas Nmecha skoraði. Hann gjørdist eisini matcvinnari. Hóast Ongland stutt fyri leiklok fekk reytt kort, so megnaðu teir at halda fast og eru sostatt evropameistarar.

Harvið er tað okkurt sum bendir á, at framtíðin hjá enskum fótbólti sær bjørt út.