Ensku málskjúttarnir við Gary Cahill í miðjuni (Mynd: EPA)

Ongland og Danmark vunnu tryggar sigrar

Niels Petersen

11.11.2016 - 22:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Í søguríka dystinum á Wembley í London vann Ongland tryggan sigur á Skotlandi í kvøld. Danir vunnu eisini tryggan heimasigur á Kasakstan, men noðrmenn og sviar taptu tepurt á útivølli.

Ongland er framvegis oddalið í bólki F, eftir at nakrir HM-undankappingardystir blivu spældir í kvøld. Spælt varð í bólkunum C, E og F, umframt ein dystur í bólki A. Ongland varðveitti oddasessin við tryggum 3-0 sigri á Skotlandi, og tað vóru teir báðir Liverpool leikararnir, Daniel Sturridge og Adam Lallana sum skutu tey fyrstu málini. Gary Cahill hjá Chelsea økti til 3-0. Merkisvert er, at øll trý málini hjá Onglandi blivu skoraði við skallarum.

Christian Eriksen vísti tekin um, at tað nú eisini byrjar at ganga heilt gott hjá honum á landsliðnum. Hann hevur annars ikki klára at víst eins nógv á landsliðnum, sum hann vanliga ger í Tottenham í Premier League. Men seinna málið hjá Eriksen í kvøld, gevur ábendingar um, at okkurt er við at broytast. Danir vunnu 4-1 á Kasakstan, og Eriksen skoraði tvey av málunum.

Bæði Noreg og Svøríki taptu tepurt 1-2 fyri ávíkavist Kekkia og Fraklandi. Sviar løgdu seg annars á odda í Fraklandi, men við einum máli frá Paul Pogba og einum frá Dimitri Payet, fekk Frakland vent dystinum.

Kekkar vunnu sær eina 2-0 leiðslu, áðrenn norðmenn megnaðu at svara aftur í teirra dysti í kvøld, og Noreg hevur sostatt bert vunnið sær trý stig, og er næstniðast í bólki C. Svøríki var undan dystinum móti Fraklandi í kvøld ájavnt við júst Frakland á fyrsta plássi í bólki A. Nú eru sviar á øðrum plássi.

Úrslit:

Bólkur A:
Frakland - Svøríki 2-1

Bólkur C:
Kekkia - Noreg 2-1
Norðurírland - Aserbajan 4-0
San Marino - Týskland 0-8

Bólkur E:
Armenia - Montenegro 3-2 
Danmark - Kasakstan 4-1
Rumenia - Pólland 0-3

Bólkur F:
Ongland - Skotland 3-0
Malta - Slovenia 0-1
Slovakia - Litava 4-0