Onkur stjól privatlívið frá hondbóltsstjørnuni

Ingi Samuelsen

15.11.2017 - 10:55

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

- Onkur hevur verið inni í mínum privatlívi, stolið nakað og valt at deila tað við almenninginum. Tað hevur oyðilagt meg.

Stóra stjørnan á norska landsliðnum í kvinnuhondbólti, Nora Mørk, hevur nú valt at traðka fram og fortelja søguna um, hvussu tað er at hava fingið sínar myndur almannakunngjørdar. Í gjár var hon í stórtinginum í Oslo fyri at fortelja sína søgu fyri politikarum.

Nora Mørk fortelur søguna í eini roynd at koma fyri seg aftur – sum menniskja, men sjálvandi eisini sum hondbóltsspælari, nú heimsmeistarakappingin stendur fyri durum.

Mørk var á venjingarlegu við landsliðnum, tá hon gjørdist varug við, at onkur hevði hakkað seg inn á telefonina og tikið avrit av myndunum har og var farin at deila tær út á netinum. Ein maður í tjúgunum hevur síðan viðgingið seg sekan.

Síðan hevur 26 ára gamli landsliðsleikarin, sum dagliga spælir við liðnum Györi í Ungarn, ikki verið væl fyri.

- Lív mítt er broytt. Eg eri farin frá at hava tað gott til at kenna hvussu sjálvsálitið er horvið. Hvør dagur hevur verið eitt stríð. Hetta er hart. Eg haldi ikki, at fólk skilja, hvat slíkt ger við ein persón, sigur hon í eini samrøðu, sum eisini kann síggjast á heimasíðuni hjá tv2.no.

Mørk greiðir frá, at hon nærum lammaðist, tá honn fekk hetta at vita.

Nú traðkar hon fram, og tað av trimum orsøkum. Fyri at fáa tamarhald á lívinum aftur, tí at hon er óð og vónsvikin og ikki minst fyri at kunna aðrar gentur, sum hava upplivað nakað tað sama, greiðir hon frá.

Nora Mørk verður mett at vera millum heimsins bestu hondbóltsleikarar í dag, og hon er tí ein fyrimynd hjá nógvum ungum. Tað er ein leiklutur, ið hon hevur tikið í størsta álvara, og tí nívir tað eyka nógv, at hesar myndirnar nú verða spjaddar.

Nora Mørk sigur, at hon nú ætlar sær at melda øll tey, sum hava havt myndirnar, og hava sent tær víðari.

- Eg havi als ongan samhuga fyri fólkum, sum gera slíkt, sigur Mørk.

Innslagið um Noru Mørk kann síggjast her