Fiskidagar: Minnilutin mælir til eina endurreisingarætlan

Kaj Joensen

12.08.2014 - 16:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um broytingar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap kemur til aðru viðgerð í morgin.

Í uppskotinum verður fiskidagatalið næsta ár ásett.

Ein meiriluti í Vinnunevndini tekur undir við Jacob Vestergaard, sum skjýtir upp at áseta sama fiskidagatal, sum í inniverandi ári.

Meirilutin er umboðið hjá Sambandsflokkinum, umboðini hjá Fólkaflokkinum og umboðið fyri Sjálvsstýrisflokkin.

Havstovan mælir til at taka allar óbrúktar fiskidagar innaftur, og skerja teir við 25 prosentum, tí hýsu- og toskastovnarnir eru so illa fyri.

Minnilutin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, hava saman við Framsókn gjørt viðmerkingar til uppskotið. Har verður víst á, neyðugt er við eini fiskivinnunýskipan.

- Tvídrátturin millum fiskifrøðiligar tilráðingar øðrumegin og tilmælið frá vinnuumboðunum hinumegin, er lítið gagnligur fyri støðuna hjá føroyskari fiskivinnu yvirhøvur. Minnilutin saknar, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur enn at standa sum ryssa yvir deyðum fyli ítøkiliga fer til verka at finna semju fyri eini endurreisingarætlan fyri føroysku botnfiskastovnarnar, saman við ymsu pørtunum, ið vara av fiskivinnuni, skrivar minnilutin í viðmerkingunum.

Onnur viðgerð av uppskotinum verður í morgin klokkan 10.

Her sæst álitið hjá Vinnunevndini: http://www.logting.fo/files/casestate/14519/001.14%20Alit%20um%20ll%20%20um%20br%20%20i%20ll%20vinnuligan%20fiskiskap.pdf