Soleiðis var síðsta mikukvøld (Upptøkur og klipt: Bára Silvansdóttir)

Open Mic/Open Stage við Fróða Bjarnason og bólki

Sverri Egholm

23.05.2018 - 17:08

Mentan >

Fróði Bjarnason er ungur tónleikari og sangskrivari, ið fyri kortum gjørdist vinnari av Stella Polaris/Sement 2018. Við sær á pallin hevur hann dugnaligu tónleikaranar Rasmus Vigant Samuelsen á klaver, Robert Bjarnason á gittar, Árni Jóhannesson á bass og Tórður Dam Jacobsen á trummum.

Teir framføra í kvøld til tiltakið Open Mic/Open Stage, sum verður á Reinsarínum í kvøld.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera sína list fyri øðrum. Hetta er eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar, nýtt eins og gamalt.

Hugsanin handan tiltakið er at skapa karmar um ein kreativan verkstað, har høvi er at royna nýggj hugskot, í einum umhvørvi við samhugaðum listafólki. Øll eru vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Fróði Bjarnason við bólki
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey ið bert vilja lurta og hyggja.

Meldur og Okkara stuðla tiltakinum.