Max of Sweden

Open Mic/Open Stage við Max of Sweden

Sverri Egholm

16.05.2018 - 16:15

Mentan > Mentan > Tónleikur

Max Gunhamn er ein svenskur singer/songwriter sum hevur búð og framført í Svøríki, Noregi, Íslandi og nú í Føroyum.

Hansara energiski akustiski tónleikur hevur íblástur úr egnari lívsroynslu á hansara ferðum í Norðanlondum og tvørtur um ymsar heimspartar. Á páskum í ár var hann at hoyra saman við Kára P. í Nólsoy og í kvøld verður hann at hoyra sum gestur á Open Mic/Open Stage har hann framførir egnar sangir sum skjótt verða útgivnir sum stakløg.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera sína list fyri øðrum. Hetta er eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar, nýtt eins og gamalt.

Hugsanin handan tiltakið er at skapa karmar um ein kreativan verkstað, har høvi er at royna nýggj hugskot, í einum umhvørvi við samhugaðum listafólki. Øll eru vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Gesturin hesa vikuna
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey ið bert vilja lurta og hyggja.

Meldur og Okkara stuðla tiltakinum.