Open Mic/Open Stage við stand up heiman av Sandi

Sverri Egholm

20.06.2018 - 18:55

Mentan > Mentan > Tónleikur

Mikukvøldið 20. juni verður Open Mic/Open Stage aftur í Reinsarínum, hesaferð við stand up av Sandi. Eftir serliga gestin Hanus Johannesen, verður pallurin opin.

Onki er heilagt tá heimasandsmaðurin, Hanus Johannessen, trínir á pall at fortelja lívssøgu sína í stand up formati. Uppvøksturin á bóndagarði á Sandi, puberteturin, modem-trupulleikar, beefdogs, starvsfólk í Løgtinginum, rasisma, sexisma, stórbýarlív og mangt mangt annað verður á skránni, í tí eg febrilskt royni at fylla 30 minuttir av stand up, har fólk vera tvangsinnløgd at lurta eftir mær, mær og bara mær.

Open Mic/Open Stage er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera sína list fyri øðrum. Hetta er eitt gott høvi hjá sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum at framføra egið tilfar, nýtt eins og gamalt.

Hugsanin handan tiltakið er at skapa karmar um ein kreativan verkstað, har høvi er at royna nýggj hugskot, í einum umhvørvi við samhugaðum listafólki. Øll eru vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Hanus Johannessen
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey ið bert vilja lurta og hyggja.

Meldur og Okkara stuðla tiltakinum.