(Mynd: independent.ie)

Ophelia hevur rakt Írland – hevur kravt fyrsta mannalívið

Ingi Samuelsen

16.10.2017 - 13:28

Tíðindi > Veðrið

Umleið 100.000 hús í Írlandi hava mist streymin, nú tropiski stormurin Ophelia rakti Bretsku Oyggjarnar, skrivar BBC.

Bæði bretska og írska veðurstovan hava ávarað allan dag um vandan við at vera uttandura í dag. Við Fastnet Rock í Írlandi hava tey mált vind upp í 49 metrar um sekundið í dag.

Eisini verður ávarað um nógvan vind í Norðurírlandi, Wales, útsynningspartinum av Skotlandi og Manoy seinni í dag.

Elveitingarfelagið ESB Newtorks sigur, sambært BBC, at tað kann ganga fleiri dagar, áðrenn tey hava tryggjað øllum írum streymin aftur eftir skaðarnar í dag. Eisini í Wales liggja um 200 húsarhald í streymloysi, og eins og í Írlandi, eru skúlar í Wales stongdir í dag.

Fleiri staðni í Onglandi og Skotlandi verður eisini ávara móti yvirflóð í dag.

Tropiska ódnin Ophelia rakti í dag Írland, og hetta er fyrstu ferð í 30 ár, at tey upplíva ein slíkan storm har.

The Independent veit at siga, at Ophelia hevur kravt fyrsta mannalívið í Írlandi. Tað hendi tá eitt træ datt á ein bil í býnum Waterford.