(Mynd: EPA)

Ophelia higartil kravt trý mannalív

Sverri Egholm

16.10.2017 - 16:40

Tíðindi > Veðrið

Trý fólk hava nú latið lív í samband við vanlukkur av tropiski storminum Ophelia, sum fyrr í dag rakti Írland.

Írska kringvarpið RTÉ skrivar á heimasíðuni, at fyrsta vanlukkan hendi nakað fyri middag, tá eitt træ datt á ein bil í býnum Waterford. Ein 50 ára gomul kvinna doyði av løstinum. Góðan tíma seinni komu boð um, at ein maður var deyður í einari roynd, at kappa eitt træ við einari ketusag. Maðurin var fyrst í tredivinum.

Og nú seinnapartin skrivar RTÉ, at Ophelia hevur kravt sítt triðja mannalív. Tað hendi í býnum Ravensdale, Dundalk, har eitt træ datt niður á ein bil og kostaði eitt mannalív.

Í løtuni hava 365.000 húsarhald mist streymin, og vindstyrkin er eisini sera høg. Í Wales eru hvirlur á 144 km/t máldar. Tað eru umleið 40 metrar um sekundið.

Les eisini: Ophelia: Vænta nógvan vind og yvirflóð í Írlandi í dag