Opið hús á Miðnámi í Vestmanna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.02.2018 - 20:47

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Týskvøldið 20. februar bjóðar Miðnám í Vestmanna øllum áhugaðum til opið hús tiltak á skúlanum.

Tiltakið er serliga ætlað møguligum umsøkjarum við foreldrum, men eisini teimum, sum bara vilja síggja skúlan.

Hetta kvøldið fara vit at greiða frá um tilfeingisbreytina, sum er tann einasta av sínum slag í landinum. Breytin er serliga ætlað teimum ungu, sum hava áhuga fyri føroyskari náttúru, umhvørvi, og burðardyggari gagnnýtslu av okkara náttúruríkidømi. Tí nevna vit eisini skúlan “Hin grøni skúlin”.