Oprah Winfrey fekk allan salin at reisast

Ingi Samuelsen

08.01.2018 - 09:43

Mentan > List > Filmslist

#MeToo-herferðin skein týðuliga ígjøgnum, tá Golden Globe filmsvirðislønirnar vórðu latnar í nátt. Men ongantíð so sterkt, sum tá Oprah Winfrey fekk serligu Cecil B. DeMille-heiðurslønina fyri síni avrik.

- Alt ov leingi hevur ikki verið lurtað ella trúð upp á kvinnur, ið hava torað at siga sannleikan um tað vald, sum nakrir menn hava havt. Henda tíð er nú runnin.

Soleiðis segði Oprah Winfrey, tá hon í svørtum kjóla tók ímóti serligu heðirinum. Orð hennara fingu allan salin til at reisast fyri at fagna hennara orðum.

Orð hennara fullu væl saman við rørsluni, ið hava verið galdandi í Hollywood seinastu mánaðirnar. Tað var henda rørslan, ið var orsøk til, at flestu gestirnir við hátíðarhaldið í nátt vóru klædd í svørtum.

- At siga sannleikan er tað sterkasta vápnið, vit øll hava, segði Oprah Winfrey og sendi eina tøkk til allar tær kvinnur, sum í seinastuni hava staðið fram og fortalt um teirra upplivingar við kynsligum ágangi í films- og sjónvarpsvinnuni.

Flestu takkarrøðurnar høvdu dám av hesum nýggju tíðum í Hollywood.

Heiðurslønin, sum Oprah Winfrey fekk, verður givin fyri at heiðra fólk, sum hava gjørt nakað serligt fyri undirhaldsvinnuna. Oprah endaði røðu sína við við at heiðra teimum djørvu kvinnum og monnum, sum nú eru til reiðar at taka stríðið upp.

- Allar gentur, sum hyggja nú, skulu vita, at ein nýggjur dagur er í havsbrúnni. Og tá tað endiliga lýsir fyri tí degnum, so er tað takkað verið einum hópi av fantastiskum kvinnum, fleiri teirra eru her í kvøld, og nøkrum monnum, ið stríðast hart fyri at leiða okkum inn í hesar nýggju tíðirnar, tá ongin nýtist at siga ”Me Too” aftur.

Øll røðan hjá Oprah Winfrey sæst her

Sí eisini: Allar stjørnurnar møttu í svørtum (her síggjast eisini allir Golden Globe vinnararnir)