Orð og tónar: Ein fagnaðarkvøða til nýskapta føroyska list


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

21.08.2017 - 11:41

Mentan > Mentan > Skaldskapur

Í annaðkvøld byrjar tiltakið Orð og Tónar aftur í Reinsarínum í havn. Tað er forlagið Sprotum, ið skipar fyri hesum listakvøldunum, og hesaferð verður hugt inn í ymsar klivar í nýggja føroyska listaheiminum ígjøgnum nýggju bókina eftir Kinnu Poulsen, Listamál.

Umframt nakrar stuttar hugleiðingar um at ummæla list í Føroyum, verða brot úr spildurnýggjum leiki eftir Kristinu Sundar Hansen at síggja. Leikurin verður frumsýndur í september.

Eisini fer Jóanes Nielsen lesa nýggjar yrkingar, og prátað verður við Sakaris Stórá um filmin, ið verður frumsýndur 6. septembur. Eisini verður brellbiti úr filminum at síggja. Tónleikin hetta kvøldið eigur Knút Háberg Eysturstein.