Uttanlands

Danmark bjóðar út seks risastórar havvindmylnulundir

Stjórnin roknar við, at tær kunnu framleiða streym til einar 10 mió. danir og  evropearar. 

2024-04-22 18:46 Author image
Jan Müller
placeholder
Endamálið við hesi sera stóru grønu ætlanini er at gera Danmark til eitt undangonguland ella orkumiðdepil í Evropa. Talan er um størstu útbjóðing av sínum slag í Danmark nakrantíð. 

-Hetta er ógvuliga, ógvuliga stórt. Eg vóni, at danir fara at gerast ernir av hesi ætlan sigur Lars Aagaard, veðurlags, orku- og flutningsráðharri. Longu nú kunnu fyritøkur bjóða uppá lundirnar, sum skulu vera í Krigers Flak, Hesselø, Norðsjónum og Kattegat. 

[object Object]

Roknað verður við at tað fer at kosta eini fyritøku 16 mia. kr. at byggja eina havvindmylnulund, sum skal framleiða eitt gigawatt. Danska stjórnin hevur avgjørt ikki at stuðla útbyggingunum við pengum, men vil binda seg til at keypa 20% av hvørjari lund.  At hetta ber til kemst av, at útreiðslurnar við at byggja út havvind eru lækkaðar nógv. Hevði tað verið fyri 10 árum síðani, tá hevði staturin verið noyddur til at stuðla við nógvum pengum. 

Tað eru bert fáir dagar síðani, at landsstýrið boðaði frá, at ætlanir eru um at byggja út fimm vindmylnulundir á landi í Føroyum innan 2030. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder