Uttanlands

Grønt ljós til heimsins størstu flótandi havvindmylnulund 

Ætlanin er at seta upp 35 flótandi vindmyllur, sum kunnu framleiða 560 megawatt av streymi

2024-04-26 19:42 Author image
Jan Müller
placeholder
Heimsins størsta flótandi havvindmylnulund, Green Volt, verður útbygd í okkara næsta grannalag, Skotlandi. Tá hon er klár at verða tikin í brúk fara tær 35 vindmyllurnar at framleiða 560 MW út fyri strondini í Peterhead í Aberdeenshire í Skotlandi.

Streymurin fer til at elektrifisera olju- og gasspallar í Norðsjónum, men havvindmylnulundin fer eisini at framleiða streym inn á netið í Bretlandi. Higartil størsta havvindmylnulundin í dag er í Norra, og hon fevnir um einans 11 vindmyllur, sum kunnu framleiða 88 megawatt. 

[object Object]Føroyskt ferðalag við umboðum frá SEV, Umhvørvisstovuni og FOÍB vitjaði hjá Flotation Energy í Aberdeen í fjør eftir grøna ráðstevnu í Hetlandi. 


Tað var skotski fyrstiráðharrin í Skotlandi, Humza Yousaf, sum kom við tíðindunum í vikuni.  -Skotland er eitt av bestu plássunum í heiminum til at menna offshore vind og tess veitaravinnu, og vit eru rættiliga avgjørd um at økja um fíggjarligu møguleikarnar, sum havvindorka kann geva, sigur hann og vísir á, at tað er endamálið at gera Skotland til tað leiðandi landið í heiminum innan  havvindorku við eini íløgu uppá 500 mió. pund yvir fimm ár til tess at at menna undirstøðukervið og framleiðsluøkið. 

[object Object]

Green Volt vindmylnulundin skal m.a. veita streym til nógvar olju- og gasspallar í Norðsjónum til tess at minka munandi um CO2 útlátið. Enn er ikki avgjørt, hvussu pallar eystan fyri føroyska markið skulu elektrifiserast og hvaðani streymurin skal koma frá. 


Eftir trupulleikar við útbjóðingum fyrr hevur Skotland tó tikið seg um reiggj og hevur betrað um møguleikarnar at fara undir vindorkuútbyggingar í Skotlandi. Nýggja útbyggingin, sum nú hevur fingið grønt ljós, er eitt samstarv millum skotska Flotation Energy og  norska orkufelagið Vårgrøn. 

[object Object]Ferðalagið úr Føroyum vitjar á skrivstovuni hjá Flotation Energy í Aberdeen, sum nú gongur á odda at menna havvindorku í Skotlandi. Mynd Jan Müller


Verkætlanin, sum nú hevur fingið grønt ljós, fer at skapa nógv nýggj arbeiðspláss í Bretlandi og er samtíðis ein týðandi roynd hjá veitingarídnaðinum í Skotlandi at bjóða seg fram til hesa nýggju vinnuna við flótandi havvindmyllum. 

Olav Hetland, stjóri í Vårgrøn, sigur, at henda verkætlanin, tann fyrsta av sínum slag í Evropa, er av alstórum týdningi fyri allan offshore vindídnaðin, og fer at vera ein “stepping stone” at fara frá  verandi smærri vindmylnulundum til nakrar nógv størri.  

Ein av mest týðandi vinnulívsmonnunum í Aberdeen og Skotlandi, Sir Ian Wood sigur, at verkætlanin sendir eitt týðandi signal til íleggjarar, at Skotland er eitt undangonguland innan offshore vindtøkni. 

-Eg takki skotsku stjórnini og tess stovnum fyri at taka á seg hesa stóru og góðu avbjóðing at geva grønt ljós til heimsins fyrstu stóru flótandi vindmylnulund, ið m.a. byggir á royndir og vitan frá tøknistovnum í Aberdeen.

[object Object] 

Hann vísir á, at umstøðurnar í Skotlandi til bæði menning av tøkni og veitarum til hesa gongd, hevur alstóran týdning fyri Bretland sum undangonguland at gera íløgur í lágútlátstøkni. 

Michael Tholen, frá bretska felagnum  "Offshore Energies UK", sigur, at avgerðin at byggja hesa risastóru havvindmylnulundina er eitt týðandi stig hjá Bretlandi at ganga á odda á hesum øki. 

Nýggja flótandi havvindmylnulundin fer at gera tað møguligt at elektrifisera stórar olju- og gasspallar og harvið eisini at hjálpa Bretlandi við tess 2030 útlátsmálum og eisini stuðla uppundir menningina av nýggjum offshore orkuhubbum í Bretlandi. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder