Mynd: Klaksvíkar kommuna

Ósbjørn Jacobsen Arkitektar teknað mentanarhúsið í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

30.06.2016 - 08:32

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Ósbjørn Jacobsen Arkitektar átti besta uppskotið til nýtt mentanarhús í Klaksvík, og seinasta fríggjadag almannakunngjørdi dómsnevndin vinnaran.

Dómsnevndin segði um vinnandi uppskotið, at samlaða bygningsverkið tekur atlit til tað verandi og lítur eisini fram í tíðina.

- Tilbygningurin hevur eina stóra innbjóðandi trappu vestanfyri, sum førir til eina høll undir stóra salinum. Frá stóra salinum ber til at lata upp móti Vágsbøi, so til ber at hava útikonsertir hagani, sigur dómsnevndin um uppskotið hjá Ósbjørn Jacobsen Arkitektum.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í stýrinum fyri grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík, segði, at tað vakra hugtekur øll, og tí hevur tað arkitektoniska í nýggja mentanarhúsinum saman við tí funktionella ført tey fram til vinnandi loysnina.

Ein franskmaður, Raphael Meunier, sum saman við øðrum hevur arbeitt við vinnandi projektinum á teknistovuni hjá Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, fegnaðist um, at teir vóru so væl fagnaðir og vunnu.

Raphael, sum hevur arbeitt hjá Ósbjørn í eitt ár, fer nú aftur til Frankaríkis at søkja sær arbeiði. Hann helt fyri, at hetta var gott at fáa afturat á sítt CV, at hann saman við Ósbjørn Jacobsen Arkitektum hevði verið við til at vinna eitt hugskot um nýtt mentanarhús í Klaksvík.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, hevur boðað frá, at nýggja mentanarhúsið skal standa liðugt í 2019/20.

Sí vinnandi uppskotið her.