(Mynd: Scanpix)

Oscar-tilnevndur íslendskur komponistur deyður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.02.2018 - 22:46

Mentan > Mentan > Tónleikur

Íslendski komponisturin Jóhann Jóhannsson, sum hevur vunnið eina Golden Globe og tvær ferðir hevur verið Oscar-tilnevndur, lat lív fríggjadagin. Jóhann gjørdist 48 ára gamal.

Jóhann Jóhannsson varð funnin deyður í síni íbúð í Berlin fríggjadagin. Enn er óvist hví Jóhann doyði.

- Vit hava mist ein av teimum mest evnaríku og framúrskarandi persónunum, sum vit nakrantíð hava havt æruna av at kenna og arbeiða við, skrivar Redbird Music Management, sum Jóhann starvaðist hjá.

Jóhann var ein av best dámdu komponistunum sum eru. Hann tvær ferðir tilnevndur til eina Oscar fyri sín tónleik. Í 2015 var hann tilnevndur ein Oscar fyri tónleikin í filminum “The Theory of Everything”, sum hann eisini vann eina Golden Globe fyri. Í 2016 var hann tilnevndur ein Oscar fyri tónleikinum í filminum “Sicario”.