(Mynd: Jens Kr. Vang)

Ósemja millum føroyskar reiðarar í felagnum Ruth



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.03.2016 - 16:44

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Tað er ósemja millum eigararnar í felagnum, sum eigur uppsjóvarskipið Ruth í Hirtshals. Hesum boðar ein advokatur hjá felagnum frá og málið endar helst í gerðarætti.

Tíðindaskrivið kemur eftir, at fleiri journalistar og samstarvsfelagir í seinastuni hava vent sær til felagið at spyrja um støðuna.

Felagið hevur júst bygt nýtt skip og hevur fiskiloyvi. Reiðaríið Ruth A/S eigur 100% í felagnum. Felagið eiga Gullak Madsen og Ole Nattestad saman 50% hvør umvegis teirra egnu feløg.

Í 2007 keypti Ole Nattestad seg inn í felagið saman við einum yngri skipara. Ole Nattestad, Gullak Madsen og hesin skiparin áttu tá ein triðing í part. Hugsanin var tá, at eitt generatiónsskifti skuldi fara fram í felagnum, har yngru skipararnir keyptu partabrøvini hjá Gullak Madsen, stendur í tíðindaskrivinum.

Hin skiparin var keyptur út úr felagnum fyri nøkrum árum síðani, og Gullak Madsen, sum er stjóri í felagnum hevur ein eyka avgerðarrætt í sínum partakrøvum, og sambært tíðindaskrivinum vil hann ikki hava, at Ole Nattestad tekur yvir í felagnum.

Í desember mánaða í 2015 vóru tveir skiparar í nevndini í felagnum skiftir út við tveir advokatar, sum arbeiða fyri Gullak Madsen. Samstundis varð Ole Nattesatd uppsagdur sum skipari.

Í løtuni verður ikki samráðst um málið og tað endar nokk í gerðarrætti, verður upplýst í tíðindaskrivinum.

Gullak Madsen og Ole Nattestad eru føroyingar búsitandi í Danmark.

Nýggja Ruth skal annars handast felagnum í morgin í Skagen. Leygardagin verður almenn móttøka og opið skip í Hirtshals. Gamla Ruth varð seld til Føroya í januar mánaða í ár og kallast nú Norðingur.



beint nú