Øssur setti met



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

15.07.2013 - 21:55

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Øssur Debes Eiriksfoss er knáur, ikki bara í fimleiki, har hann i gjár vann gull saman við hinum í liðkappingini, men eisini í hæddarlopi, har hann kappaðist í dag.


Har hendi nevniliga tað, at føroyski hæddarleyparin gjørdist nummar tvey kappingini, og vann silvur fyri Føroyar.

Tað vil siga, at Øssur Debes Eiriksfoss nú hevur vunnið tvey heiðursmerkir í heilt hvør sínari ítróttargrein.

Hetta er aðru ferð, at hann vinnur heiðursmerki í hæddarlopi. Tá oyggjaleikir vóru fyri tveimum árum síðan gjørdist hæddarleyparin nummar trý og fekk bronsu. Tað vil siga, at talan er um framstig hjá Øssuri, sum hesaferð hevur vunnið silvur.

Tað var nú ikki bara tað, sum hendi á Bermuda í dag, tí harumframt setti Øssur Debes Eiriksfoss nýtt met, tá hann leyp 201 sentimetrar. Gamla metið átti hann sjálvur og tað var 200 sentimetrar.

Myndatekstur: Øssur Debes Eiriksfoss á veg yvir um yvirliggjaran, sum liggur á 201 sentimetrum. Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at ein føroyingur er lopin so høgt.
Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya