FC Midtjylland vann 2-1 á Gdynia í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Östersund og FCM spældu seg víðari

Ingi Samuelsen

04.08.2017 - 06:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eitt av trimum donskum, annað av tveimum svenskum og einki norskt lið spældu seg víðari, tá triðja undanumfar í kappingini Europa Cup varð avgjørt í gjárkvøldið, og verða sostatt við í pottinum, tá paringarnar til play off-umfarið verða seinni í dag.

Norðurlendsku liðini, sum spældu seg víðari vóru FC Midtjylland úr Danmark og Östersund úr Svøríki.

Östersund hevði á pappírinum lætta mótstøðu, Fola Esch úr Luksemburg. Svenska liðið vann báðar dystirnar við einum máli, 1-0 á heimavølli fyri viku síðani og 2-1 úti í gjárkvøldið, og sostatt 3-1 tilsamans.

Hjá FC Midtjylland var meira tepurt. FCM tapti fyrra dystin móti polska Arka úr Gdynia 3-2 á útivølli, men vann 2-1 heima í Herning í gjárkvøldið. Harvið gjørdist úrslitið 4-4 tilsamans, men danska liðið fekk fleiri mál á útivølli, og spældi seg sostatt víðari.

Brøndby tapti 2-0 á útivølli móti Hajduk Split úr Kroatia. Fyrri dysturin endaði málleysur. Lyngby tapti hinvegin báðar sínar dystir móti Krasnodar úr Russlandi, 2-1 úti og 3-1 í Lyngby í gjárkvøldið.

Svensku AIK, sum vunnu á KÍ í fyrsta undanumfari, spældi hesaferð móti Braga úr Portugal. Fyrri dysturin í Stockholm endaði 1-1, men í gjárkvøldi taptu sviar 2-1, og vórðu sostatt slignir út við 3-2 til samans.

Eitt norskt lið var eftir í kappingini. Odd spældi í gjárkvøldið javnt, 0-0 á heimavølli, men tá teir taptu 2-1 fyri viku síðani móti Dinamo Zagreb úr Kroatia, kom norska liðið ikki víðari.

Aberdeen úr Skotlandi má eisini nakkalangt úr kappingini. Aberdeen spældi móti Apollo Limassol av Kýpros. Skotar vunnu 2-1 heima, men taptu 2-0 í gjárkvøldið. Hitt bretska liðið í triðja undanumfari, Everton, spældi seg trygt víðari við at vinna tvær ferðir 1-0 á Ruzomberok úr Slovakia.

Lutakast verður seinni í dag. Norðurlendska luttøkan har verður sostatt FC Midtjylland og Östersund og so meistaraliðini Rosenborg úr Noregi og FH úr Íslandi, sum eru við sum taparar í hinari kappingini, Champions League.