Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Minnini frá Soviettsamveldinum spøkja enn í Polandi, og landið ætlar sær nú at venja 35,000 menn til eitt paramilitert herlið, ella hálvhernaðarlið, ið tað eitur á føroyskum.
Herliðið skal veita trygd ímóti russiskum ágangi av tí slagnum, ið hevur gjørt um seg í Ukraina, og sum fekk ein stóran part av landinum at loysa frá Ukraina fyri at fáa nærri samband við russiska samveldið.
Polski verjumálaráðharrin, Antoni Macierewicz, sigur, at ovasta leiðslan í nýggja herliðnum er longu sett.
Samstundis hevur Nato boðað frá, at samgongan ætlar at seta eina herdeild aftrat inn í Poland, eins og Estland, Letland og Litava eisini hvør hvør sína herdeild.
Upprustningin kemur sum svar upp á russiska ágangin í Ukraina, har Russland ognartók Krim nesið í 2014, umframt at stórir partar av Eysturukraina hava loyst fyri at fáa nærri samband við Russland.
Macierewicz sigur, at fyrsta paramilitera herliðið verður klárt fyrst í næsta ár, meðan hini 14 skulu vera klár í 2019.