Mynd: EPA

Óvæntaður sigur til Newcastle

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

11.02.2018 - 16:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dysturin millum Newcastle United og Manchester United endaði við einum óvæntaðum sigri til heimaliðið. Onki mál kom í fyrra hálvleiki, men tá 20 minuttir vóru spældir av seinna, skoraði Matt Ritchie fyri Newcastle. Hetta var einasta málið í dystinum.

Undan dystinum var væntað, at Manchester United fór at vinna dystin. Manchester United er framvegis nummar 2 í kappingini, og Newcastle United er nú á 13. plássi.

Nú klokkan 16:30 spæla Southampton og Liverpool. Southampton er á 18. plássi, og Liverpool er nummar 4. Um Liverpool vinnur í dag, koma teir aftur fram á 3. plássið, og um teir spæla javnt, hava teir líka nógv stig sum Tottenham á 3. plássi.