Antoine Griezmann og Atletico Madrid eru favorittar at vinna Europa League (Mynd: EPA)

Óvanliga sterk lið í Europa League

Ari av Rana

08.12.2017 - 18:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

 Europa League er kend sum tann lítla steypakappingin í evropeiskum fótbólti. Fleiri lið hildu í nógv ár at kappingin var meiri til fortreð enn nakað annað, og okkurt er sum bendir á tað sama. Millum annað høvdu Liverpool og serliga Chelsea nøkur sera góð kappingarár, tá liðini ikki megnaðu at spæla seg í hvørki Champions League ella Europa League. Chelsea gjørdi ikki minni enn at vinna bestu ensku deildina, tað árið tað ongan evropeiskan fótbólt hevði.

Men seinastu árini hevur meiri verið lagt í kappingina, tí at vinnarin nú sleppur at luttaka í Champions League kappingarárið eftir. Í ár luttaka Manchester United í Champions League sum vinnari av Europa League.

Áðrenn ársins Europa League kapping byrjaði varð mett, at Arsenal høvdu sera góðan møguleika at vinna kappingina, tí at fá góð mótstøðulið vóru. Søgan er tó ein onnur eftir at bólkaspælið í Champions League er liðugt. Nr. 3 í hvørjum Champions League bólki fer víðari í Evropa League kappingina, og í ár eru fleiri góð lið, sum skulu tann vegin.

Serliga eru tað Atletico Madrid, Borussia Dortmund og Napoli, sum nú eisini metast at verða millum favorittarnar, at vinna Europa League í ár. Áðrenn Champions League liðini komu við í kappingina, var Arsenal stórfavorittur at vinna kappingina. Nú metur millum annað Bet365, at Atletico Madrid eru favorittar.

Tey liðini, sum Bet365 metir at verða favorittar at vinna Evropa League í ár, eru:

1.       Atletico Madrid

2.       Arsenal

3.       Napoli

4.       Borussia Dortmund

5.       RB Leipzig

6.       Lazio

7.       AC Milan,  Lyon og Villarreal