Ovastevnan verður aftur – men avlopið fer ikki til svimjihylin

Snorri Brend

23.09.2014 - 15:16

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Eftir Ovastevnuna í farna mánaði gjørdist greitt, at stevnunevndin ikki ynskti at halda fram.

Hon legði snøgt sagt frá sær, og boðaði frá, at eingin Ovastevna fór at verða næsta ár.

Men hesi boðini vildu fleiri ikki hava liggjandi á sær. Í gjárkvøldið var tí fundur í Nólsoy, har ein nýggj nevnd varð vald at skipa fyri Ovastevnuni.

Sambært tí sum in.fo skrivaði í gjárkvøldið, var eitt av evnunum á fundinum tað hegnið, sum varð sett upp. Hetta hegnið dámdi fólki illa, tí ein nú skuldi gjalda fyri at koma inn á sjálvt stevnuøkið.

Hetta verður neyvan sett upp aftur næsta ár.

Á fundinum varð nýggj nevnd vald, og í henni sita nú: Leif Hansen, Ann-Mari av Skarði, Tjóðhild Patursson, Jan Hansen og Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard. Eykalimir eru Karlot Hergeirsson og Heidi Pedersen.


EINGIN BINDING
Hinvegin er mangt sum bendir á, at endamálið við Ovastevnuni verður broytt rættiliga nógv.

Síðani Ovastevnan byrjaði fyri mongum árum síðani, hevur endamálið verið at savna inn pening til ein svimjihyl í Nólsoy.

Men soleiðis verður – eftir øllum at døma – ikki longur.

Vágaportalurin skrivar nevniliga í morgun, at nýggja nevndin hevur tikið støðu til, at hon ikki vil vera bundin av, at avlopið skal fara til svimjihyl í Nólsoy.

Men Ovastevnan verður so komandi summar - uttan hegn og við øðrum endamáli.