Kristin Michelsen - verður ikki til staðar í løgtinginum í dag (Savnsmynd)

Óvissa um samgongan hevur meiriluta á tingfundinum í dag

Ingi Samuelsen

08.12.2017 - 09:06

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Í dag verður spennandi dagur í Løgtinginum, tí nú skal nógv umrødda fiskivinnunýskipanin hjá samgonguni standa sína roynd.

Uppskotið um fyrisiting av sjófeingi kemur til aðru viðgerð eftir buldraliga viðgerð í vinnunevndini.

Ógreiða tykist vera um tað fer at eydnast samgonguni at savna ein meiriluta fyri uppskotinum.

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur boðað frá, at hann ikki verður til staðar á fundinum í dag. Hann er farin av landinum á eina ferð, sum hevur verið ætlað leingi.

Men tað tykist óvist um hann fer at biðja eykafólk um at møta fyri seg, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Sum skilst er heldur ongin avtala millum Kristin Michelsen og andstøðuna um at ’cleara’ atkvøðuna, sum tikið verður til, tá eitt tingfólk í andstøðuni letur vera við at atkvøða í slíkum førum.

Eisini er ivi um, hvørja støðu Framsókn hevur til uppskotið. Flokkinum dámar ikki ávísar broytingar, ið eru gjørdar í vinnunevndini, har flokkurin ikki er umboðaður

Tingfundurin verður eftir ætlan settur klokkan hálvgun tíggju, og væntast kann ein drúgv viðgerð, eisini tí at fleiri broytingaruppskot til álitið frá vinnunevndini eru í væntu.